Seinastu mánaðirnir hava vit í Miðgarði arbeitt við eini verkætlan, sum tekur støði í miðøldini og Miðgarður er gjørdur um til eina borg sum eitur Miðborg, har riddarar og prinsessur hava búleikast.
Hendan verkætlan endaði í eini Miðaldarveitslu, har foreldur og systkin vóru bjóða við.
Børn og starvsfólk vóru íklødd miðaldarbúnar og dagurin var skipaður við ymiskum postum, s.s. bóltkast eftir blikkum, grava eftir gulli, poppcorn á bálplássinum og kappingar fyri børn og foreldur.
Eisini var dukkusjónleikur.
Tilseinast var servera Miðaldarsuppa í miðgarðinum, og so endaðu tey við at sláa ring.
Ein sera væleydna veitsla :-)