Eitt sorgartoymi er, ið hevur høvuðsábyrdina, um okkurt skuldi hent. Eisini hevur toymið ábyrdina av standard skrivum, ið verða nýtt sum kunnandi skriv til foreldrini.
Sorgartoymi: Leiðarin, varaleiðarin, 3 starvsfólk (1 frá stovuni)
UM BARN Á STOVNINUM DOYR:
NÚ:
· Leiðarin og varaleiðarin á stovninum samla, saman við sorgartoyminum, starvsfólkini á stovuni, so øll fáa somu boð um tað, ið er hent. Eftir hetta kunnar leiðarin øll hini starvsfólkini á stovninum um tað, sum er hent. Um øll starvsfólkini ikki fáa somu boð, kann hetta skapa órógv teirra millum, og kann hetta ávirka børnini.
· Leiðarin og ein frá stovuni fara heim til avvarandi at heilsa uppá.
· Sorgartoymið ger í samráð við avvarandi, eitt skriv til foreldrini, ið tey fáa heim við, tá børnini verða avheintaði. Í skrivinum kunna vit foreldrini um støðuna, og ráða teimum til at tosa opið við børnini, um tað, ið er hent. Eisini verða foreldrini boðin við til ein fund seinni um kvøldið saman við starvsfólkunum.
· Á hvørjari stovu samla starvsfólkini børnini saman og greiða teimum frá hvat er hent. Tá er sera umráðandi, at vit megna at rúma øllum teimum kenslum, ið koma fram.
· Leiðarin átekur sær uppgávuna at samskifta við familjuna. Er neyðugt, verður avloysari settur inn á stovuna.
TEIR NÆSTU DAGARNIR:
· Týdningarmikið er at vera varugur við allar tær ymisku reaktiónirnar, ið børnini kunna hava.
· Leiðarin tilkallar serkøna hjálp, so at starvsfólkini fáa sett orð á tær kenslur tey hava.
· Umráðandi er at starvsfólkini stuðla hvørjum øðrum.
· Týdningarmikið er at samla børnini fyri at seta orð á tað sum er hent, og á tær kenslur ið fylgja við.
· Lagt verður upp til at børnini sjálvi kunnu senda eina síðstu heilsan. Gera eina tekning, heinta blómur o.s.fr.
· Sorgartoymið sendur eisini eina seinastu heilsan frá stovninum.
KOMANDI TÍÐINA:
· Sorgartoymið og stovan møtist einaferð um mánaðin. Her verður tosað um støðuna og hvussu tað gongur.
· Komandi tíðuna er týdningarmikið ikki at gloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað til spurningar.
· Týdningarmikið er eisini at vera varug við tey tekin børnini senda.
UM FORELDUR ELLA SYSTKIN DOYGGJA:
NÚ:
· Leiðarin á stovninum syrgir fyri saman við sorgartoyminum, at øll starvsfólkini á stovuni, fáa somu boð um tað, ið er hent.
· Hereftir verða øll hini starvsfólkini á stovninum kunnaði um tað, sum er hent. Um øll starvsfólkini ikki fáa somu boð, kann hetta skapa órógv teirra millum, og hetta kann eisini ávirka børnini.
· Leiðarin átekur sær uppgávina at samskifta við familjuna, meðan eitt av stavsfólkunum átekur sær uppgávuna at vera um barnið.
· Er neyðugt, verður avloysari settur inn á stovuna.
· Sorgartoymið ger eitt skriv. Starvsfólkini geva foreldrunum skrivið.
TEIR NÆSTU DAGARNAR:
· Á einum fundi fyrireika starvsfólkini á stovuni seg, hvussu tey taka ímóti barninum, tá ið barnið kemur aftur á stovn.
· Starvsfólkini á stovuni siga børnunum hvat, ið er hent. Eisini er týdningarmikið, at starvsfólkini eru klár at taka ímóti spurningum frá børnunum, bæði nú og í tíðini, ið kemur.
· Til jarðarferðina senda stovan og stovnurin eina heilsan. Leiðslan og umboðan frá stovuni eru við til jarðferðina.
KOMANDI TÍÐINA:
· Sorgartoymið og starvfólkið á stovuni hjá barninum møtast einaferð um mánaðin. Her verður tosað um støðuna og hvussu tað gongur.
· Komandi tíðina er týdningarmikið ikki at gloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað til spurningar.
· Pedagogurin fylgir barninum og dokumenterar gongdina.
· Starvsfólkini mugu stuðla barninum og vera um tað, tá tørvur er á tí.
· Týdningarmikið er eisini at vera varug við tey tekin barnið sendir.
· Umráðandi er at hava í huga, at hini børnini eisini kunnu vera ávirkaði av tí, sum er hent.