Í Miðgarði, arbeiða vit við einum námsfrøðiligum amboð, ið kallast umhugsanarfundir. Grundhugsanin handan hetta amboð er:
“Tað er ein bardagið taptur frammanundan at nýta fortíðinnar einfalda heilivág til nýtíðarinnar fjøltáttu avbjóðingar. “
Tað merkir, at okkara førleikar og vitan mugu samsvara við tær avbjóðingar, ið nútíðmanssamfelagið setur. Og verður hetta gjørt, við at styrkja okkara førleikar við fakligum kjaki um okkara arbeiði. Har umhugsan er í hásæti, og samskifti er við til at konstruera nýggjar veruleikar, fatanir og loysnir.
Umhugsarnarfundir eru skipaðir soleiðis, at tvær stovur luttaka á einum fundi. Onnur stovan kemur við eini Case, og hin stovnan skal umhugsa. Fundurin verður skipaður útfrá einum skema, sum greitt vísir hvør stova hevur orðið nær. At lurta tilvitað eftir hvussu onnur gera og hugsa birtir upp undir nýggjar tankar, og gevur okkum øllum møguleika, til at umhugsa okkara egna hátt at hugsa og gera.
Bæði námsfrøðingar og hjálparfólk luttaka á umhugsanarfundunum, tí vit sum stovnur ynskja at gagnnýta førleikarnar hjá øllum starvsfólkunum. Tað vil siga námsfrøðiliga vitan, nógvar royndir, jaligan anda og vilja til at mennast. Tískil eru allir fundirnir ymiskir, tí ymiskleikin í fólkinum myndar fundirnar.