Okkara námsfrøðiliga hugsan
Í Miðgarði hava við orða okkum ein virðisproftil, sum alt okkara arbeiði skal byggja á. Nú vit hava avgjørt, at orða ein Rørslupolitikk fyri Miðgarð, og skal hann sjálvsagt eisini grundast á virðisprofilin. Eitt annað ástøðið ið vit arbeiða eftir er, barnaáskoðaðin sum verður lýst í bókini “Lurtandi pedagogik”
“At megna at stýra sínum kroppi er eitt sera týdningarmikið heilaarbeiðið, tess betri mann megnar at stýra kroppi sínum, tess betri fortreytir hevur mann at ogna sær vitan” soleiðis sigur heilagranskarin Peter Lund Madsen.
Og tað er júst hetta vit ynskja at skapa møguleika fyri, hjá hvørjum einstøkum barnið. At menna eina so góða kropstilvitan sum gjørligt, ið lættir um teirra tilgongd at ogna sær nýggja vitan. Í okkara virðisprofili stendur, “vit ynskja at virða ymiskleikan hjá børnunum” børnini hava øll ymiskan persónleika, ið ávirkar teirra rørsluatferð, og neyðugt er, at vit ið starvast í Miðgarði, eru tilvitað um hetta, og skapa møguleikar fyri at øll børnini finna gleði í rørslum.
Nøkur børn hava sum oftast “fótin á spitaranum”, og hava tørv á hjálp, at koma niður í egnan kropp og fáa ró í sinnið. Hjá hesum børnum koyrir alt í hægsta giri, og tey fáa allatíð boð frá heilanum, um at kroppurin skal røra seg, fyri at nøkta rørsluliga tørvin.
Onnur børn hava “fótin á bremsuni”. Tey eru varin, og vita ikki heilt hvat tey kunnu vanta av kroppi sínum. Tey eru afturhaldin, og enda oftast sum áskoðarir, heldur enn viðleikarar. Hesi børn hava tørv á stimbran til kroppin, so tey læra at kroppurin er skaptur til rørslur. So tey læra at líta á kroppin, og fáa møguleiki fyri at luttaka í sosialumfelagsskapi, og spæla uttan at vera bangin fyri at missa javnvágina og blíva velt umkoll.
Rørslumenning er ikki eitt mál í sær sjálvum, men væl mentur rørsluførleiki er ein fortreyt fyri at ognar sær aðrar førleikar, t.v.s teir slóa vegin fyri øðrum týðandi førleikum- sosialum,vitanarligum,sálarligum og tí ber til at siga, at rørsluførleiki er grundarsteinumrin undir menningartilgongd barnsins.
Tá mann eygleiðir ein barnabólk, sæst týðuliga, at børn hava ymiskar tilgongdir til rørslur, og at summi hava størri tørv á einum kærleiksfullum skumpið enn onnur. Men okkara námsfrøðiliga fatan, er at menningarmøguleikar liggja í hvørjum einstøkum barnið, og rørslur skulu ikki bert tilognast teimum kappingarsinnaðu børnum, við høgari ferð og nógvari orku.
Barnsins verð er rørslu og gerðir, á slíkan hátt at til ber at siga, at barnið hugsar við kroppinum. Kanska eru rørslur ein so grundleggjandi eginleiki við tilverðini, at einans tað ið broytist kann standast. Men tað skal upplivst. Og hetta er tað barnið ger. Grundarlagið fyri einum góðum sjálvsvirði og sjálvsáliti liggur í einum væl mentum kropstilvitið. Lisa Ahlmann
Hóast ástøðið lýsir ymisk viðurskifit, ið hava ávirkan á rørsluligu menning barnsins, ynskja vit í Miðgarðið, at øll starvsfólk okkara eru tilvitaði, um at børn eru ymisk, og mennast í teirra egnum ferð, og tað skulu vit vísa stórt virði og varsemið. Børnini kunnu ikki velja hvørjum námsfrøðingum tey skulu vera saman við um dagarnar. Tað setur stór krøv til okkum námsfrøðingar at læra at skilja hvat ið ger av, hvussu vit hugsa og gera og hvørjum virðum vit stremba eftir í okkara arbeiði. (Lurtandi pedagogik)
Børnini skulu fáa møgleika at gerast partur av felagsskapinum. Barnið í Miðgarðið er partur av ymsum bundnum og óbundnum felagsskapum ígjøgnum dagligdagin, í stovuni barnið gongdur á, í garðinum/gongini saman við stórum og smáum børnunum úr øðrum stovum. Tað stillar stór krøv til barnið at læra vera og virka saman við ørðum, sum ikki hugsa og merkja eins og tey sjálvi, við øðrum orðum, er stovnslívið javngilt við sosialtarbeiði. Sosialur trivnaður er hjá øllum børnum, tengdur at kærleika,trygleika,viðurkenning, og kenna seg sæddan og virðan. Tí er tað altavgerandi at børn so skjótt tey byrja á stovni, kennir seg sum part av felagsskapinum. Okkara uppgáva er, at hjálpa barninum at virka í einum sosialum samanhangi, og geva teimum amboð, ið styrkja teirra innlivinagar evni, og lærir tey sjálvi at loysa tvístøður á ein uppbyggjandi hátt. Til hetta nýta vit námsfrøðiligu amboðini START og Stig fyri stig, sum lærir børnini at gerast sjálvstøðugur trupulleika loysarar, ið duga at seta orð á kenslur og mørk hjá sær sjálvum og øðrum.
Vit hava sera góðar royndi at omanfyri nevnda amboðið, tí vit síggja hvussu børnini duga at seta orð á og skilja kenslurnar hjá ørðum. Vit meta hesin arbeiðsháttur er við til at menna eina inkluderandi mentan í Miðgarði, har børnini geva rúm fyri hvørjum øðrum, og duga at skipa rørsluligtvirksemin saman.
Hvussu dagføra vit okkum
Hóast grundástøðið um rørslumenning er allýst, meta vit, at tað er neyðugt at hava framløgur um rørslumenning útfrá ymsum viðurskiftum 4 ferð árliga. Tí mátin vitanin upptekur okkum, er ávirka av hvørji støðu og hvørjum børnum vit ábyrgdast hetta tíðarskeiðið. Vit hava valt, at hava tveir rørsluábyrgdarar á stovninum, sum skulu fasthalda okkum í teimum viðtøkum vit hava gjørt, og tryggja at tilvitanin um rørslumenning barnsins allatíð er til staðar.
Rørsluliga umhvørvið
Umhvørvið barnið ferðast í, kann kallast “tann 3. Námsfrøðingurin”, og neyðugt er, at vit sum starvast í Miðgarði, vita havt tey ymsu rúmini – garðurin- nátturarn hava at bjóða børnunum, ímun til rørsluliga menning.
Rørslurúmið er innrætta útfrá tilvitaðum námsfrøðiligum valum og frálærufrøðiligum hugleiðingum, sum skulu tryggja, at børnini gerast trygg og vitandi um, hvør samleikin hjá rúminum er. Tá rúmið greitt vísir, hvussu mann kann vera og virka, gerst tað mikið lættari hjá børnunum at lesa av. Og skapar hetta ein tryggleika sum gevur yvirskot til spæl og læring. Tað eru einans rørslulig amboð inni í rúminum, og til ber at seta tey saman, so tey hóska til tann aldursbólkin mann ynskir frá 0-7 ár. Vit meta hetta vera ein av orsøkunum til, at rørslurúmið er eitt tað virkisførasta rúmið í øllum Miðgarði. Tað stedur øllum stovum frítt at at nýta rørslurúmið tá tey vilja, og eru vit eisini byrja at samstarva uppá tvørs av aldri so barnagarðs og vøggustovu-børn kunnu læra hvør av øðrum.