Kunning um umhvørvisviku, námsferð, rørsluviku og frídagar
Umhvørvisvika.
Í næstu viku (viku 21) er umhvørvisvika og fara vit at rudda saman við børnunum, bæði runt um her á stovninum og í nærumhvørvinum.
Ráðleggingardagur:
31 mai er ráðleggingardagur og tí er Miðgarður stongdur. Í ár fer ein stórur partur av starvsfólkunum til Aalborg á eina stutta námsferð. Fyrrapart fara vit at vitja Kunsten, sum er eitt museum har tey hava eitt kunstverkstað fyri børn, og fara tey at fortelja okkum um teirra arbeiði og námsfrøði.
Seinnapartin fara vit at vitja børnehuset Tiziana, sum er ein stovnur, ið er arkitektoniskt bygdur og innrættaður eftur Reggio Emili filosofiini. Tað granskandi barnið og verkstaðmentanin er hugsa inn í húsið.
Rannvá Madsdóttir, námsfrøðingur á stovninum, kemur at visa okkum stovnin og greiða frá teirra arbeiði.
Lurtandi pedagogik sum vit arbeiða eftir í Miðgarði, hevur sín uppruna úr Reggio Emilia filosofiini.
Tey starvsfólk, sum ikki koma við hendan dagin, fara at tilrættileggja eina rørsluviku, sum verður 3-7 juni (vika 23). Tá skulu børnini vera í løttum klæðum at røra seg í, løttum skóm og hava nokk av skiftiklæðum við.
Grunnlógardagur.
Grundlógardag 5 juni steingir Miðgarður kl. 12:00.
Kunnu tit siga frá um barn tykkara hevur frí handan dagin, so vit kunnu boða køkinum frá.
Vit gleða okkum til eitt vár/summar við góðum veðri, har vit koma at vera nógv úti. Minnist tí til at smyrja børnini við sólkremi.
Leiðslan.
‹ aftur