6.12.2022

Kunning um bygnaðarbroytingar í leiðsluni

Fyrst í Novembur bjóðaðu vit Mentunar og trivnaðar nevndini, fyrisitingini og leiðslubólkinum fyri børn og ung í kommununi inn til framløgu har vit løgdu uppskot fram um bygnaðarbroytingar í Miðgarði. Uppskotið bleiv endaliga samtykt á býráðsfundi 23.nov Leiðslan í Miðgarði er nú skipa við einum leiðara, varaleiðara, dygdarmennara og inklusjóns samskipara. Mirjam Kjølbro, leiðari Majbritt Poulsen, varaleiðari Laila í Løðu, dygdarmennari Fríða í Giljum, inklusjón samskipari

Orsøkin til hesar broytingar eru, at vit ynskja at framtíðartryggja Miðgarð við at dygdartryggja og inklusjónstillaga tilboðið. Framtíðarleiðsla merkir at neyðugt er, at miðspjaða ábyrgdina av skipanini fyri betur at røkka endamálinum fyri betri góðsku á dagstovnatilboðnum.
Ein onnur samfelagslig avbjóðing á umsorganarøkinum er starvsfólkatrot og umsorganarmøði. Tí er grundgevingin fyri bygnaðarbroytingunum tvídeilt. Eitt er at dygdartryggja tilboðið og hitt er at varðveita starvsfólk, førleikamenna starvsfólk og fáa nýggj starvsfólk at velja øki til.
Ætlanin er at, varðveita, skjalfesta og menna námsfrøðina, og á tann hátt tryggja, at mannagongdir og tænasturstøðið er dagført, og verður samskift hóskandi í Miðgarði. Endamálið er at skapa eina stovnsvitan har øll starvsfólk fáa møguleika, at arbeiða námsfrøðiligt. Tí arbeiður man í Miðgarði, arbeiðir man námsfrøðiligt

No items found.

Onnur tíðindi