Námsfrøði

Felags virðisgrundarlagVirkisætlanBarna- og læruáskoðanTey 6 ára gomlu

Vit eru eitt lurtandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn trívast og mennast í tryggum umhvørvi.

Øll børn mennast  hvør í sínum lag. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvið sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Vit vilja skapa umstøður, soleiðis at hvørt barnið, fær ment øll síni viðføddu evni.

Náttúran og nærumhvørvið er ein natúrligur og týðandi partur í okkara gerandisdegi saman við børnunum - her hugsa vit um hvussu týdningarmikið tað er, at børnini fáa rørt seg, og hvussu nógv rørslurnar hava at siga fyri menningina hjá barninum.

Eisini hava vit ymisk verkstøð sum gevur okkum møguleikar at fara í dýbdina saman við børnunum, og harvið fáa stimbrað og ment teirra hugflog og skapandi evni.

Vit fáa íblástur frá ymiskum førandi fólkum innan okkara øki s.s.: Ann Åberg "Lurtandi Pedagogik", Lise Ahlmann "Indlært hjælpeløshed", Leif Strandberg "Vygotsky í verki", Mette Carendi "Harmonsike unger", Ole Hendrik Hansen, Anne Søgaard "Vensomhed" osv

Felags virðisgrundarlag fyri dagstovnarnar í Vága kommunu er:

Virðisgrundarlagið byggir á virðisgrundarlagið hjá Vága kommunu. Virðini hjá Vága kommunu eru:

Lívsgleði – Samskifti – Framskygni

Virðini eru tey grundsjónarmið, sum Vága kommuna byggir á, og sum skapa tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir øllum tí, vit gera. Virðini eru hjartað í Vága kommunu. Uppgávan hjá dagstovnunum í Vága kommunu er at menna og búgva børn til vælvirkandi menniskju og borgarar í samfelagnum. Hvør stovnur sær hevur eitt  virðisgrundarlag, sum byggir á okkara felags virðisgrundarlag.

Spæligleði:

Spæligleði er ein grundleggjandi partur av tí at vera barn. Frá tí vit eru fødd, mennast okkara førleikar ígjøgnum spæl og rørslur. Við spæligleði meinast, at tað er gleðin í barnsins spæli, sum er drívmegin fyri barnsins menning. Her mennir barnið seg bæði rørsluliga og eisini málsliga, síni evnir til  bindindi og innlæring, sítt hugflog og sítt sosiala lív. Við at eygleiða og stuðla barninum í spæli, vilja vit skapa eitt trygt og mennandi umhvørvið á okkara dagstovnum, har børnini fáa nøkur heilsugóð, mennandi og spælandi barnaár. Spæligleði, sum barn, elvir til lívsgleði sum vaksin og nøgdsemi sum eldri.

Samstarv:

Samstarv merkir, at vit altíð vilja samstarv, so vit best møguligt kunnu tryggja ein  mennandi og stimbrandi dag á dagstovninum fyri hvørt einstakt barn.
Fyrst og fremst vilja vit samstarva við foreldrini, sum eiga og kenna børnini best, so dagurin verður so samanhangandi sum gjørligt.

Vit vilja eisini samstarva við Námsfrøðiligu ráðgevingina, Sernám, skúlan, aðrar fakbólkar og námsvísindadeildina á Setrinum, fyri altíð at fylgja við seinastu gransking, og halda okkara fakligu vitan dagførda.

Viðurkenning:

Børn hava heilt frá byrjan av ein grundleggjandi tørv á at kenna seg virðismett og avhildin í relasjón við teirra næstu vaksnu. Viðurkenning styrkir upplivingina av at kenna seg sæddan, hoyrdan og fataðan. Vit vilja skapa eitt umhvørvi, sum er merkt av viðurkenning og lurtandi vaksnum, har børnini eru virkin í egnari menning og læru, har tey kenna grundleggjandi tryggleika og fáa dirvi til nýggjar avbjóðingar. Eitt umhvørvið har børnini fáa møguleikar, at menna atburð og førleikar, sum ger, at tey kunnu liva og handfara lívsumstøður í framtíðarsamfelagnum.

Virkisætlan

Vit vilja glað, lærandi og spælandi børn.

Tað merkir:
At vit skapa karmar og møguleikar fyri at barnið fær ment síni skapandi evni.
At náttúran er ein natúrligur partur av barnsins umhvørvi.
At pláss er fyri djúphugsni, har børnini fáa møguleika at gloyma tíð og stað.
Tryggja eitt heilsugott og rørslu stymbrandi umhvørvi inni og úti.
At geva børnunum høvi at hava gagn av førleikunum og kunnleikanum hjá  hvørjum ørðum.
At stuðla vinarbondum barnanna millum.
Spæl hevur týdning fyri børnini, tí ígjøgnum spæl lærir barnið at kenna seg sjálvan og onnur.
Spæl styrkir barsins samleika, og hjálpir tí at skapa vinarløg og kenna seg, sum part av felagskapinum.
Ígjørnum spæl fær barnið ment sítt hugflog og roynt ymiskar leiklutir.
Spæl krevur nærverandi vaksin.

At børnini møta lurtandi vaksnum.

Tað merkir:
At børnini vera møtt við viðurkenning.
At børnini menna eitt gott sjálvsvirði.
At taka støði í áhuganum ella tí sum rørir seg millum børnini.
At stuðla undir forvitni /undran hjá barninum.
At børnini uppliva at rúm er fyri øllum kenslum.
At barnið fær ment síni viðføddu evnir.
Geva  børnunum aldursvarandi avbjóðingar.
At børnini læra at seta orð á og siga frá.
At børnini fáa styrkt sín samleika.
At vit gera førleikar hjá børnunum sjónligar.

At vit villa skapa eitt opið og rúmligt umhvørvið á stovninum.

Tað merkir:
Pláss er fyri ymiskleikanum
Børn og vaksin hava samavgerðarrætt og samábyrd
Virða hugsjónina hjá hvørjum øðrum.
Virða tað einstaka barnið og foreldrini.
At børnini læra at vera ein partur av felagskapinum.
Jaligt umhvørvið.
At vera lurtandi yvir fyri børnunum, foreldrum og starvsfólkinum.
At vera tolin og til staðar.

Viðtikið novembur 2015

Barna og læringáskoðan

Barnaáskoðan

Øll børn í Vága kommunu skulu hava eitt gott barnalív. Eitt gott barnalív merkir, at hvørt einstakt barn kennir seg serstakt og sum part av tí góða felagsskapinum.

Til tess at røkka hesum skal einstaka barnið verða møtt við viðurkenning, og ymiskleikin skal síggjast sum ein styrki. Hvørt einstakt barn hevur rætt til at siga sína hugsan og skal hava møguleika til at hava ávirkan á egið lív, men tann vaksni hevur altíð ábyrgdina, av at barnsins besta verður framt í verki. Vaksin, ið eru um børnini, eru fyrimyndir. Tí skal havast í huga, hvat verður sagt og gjørt. Børnini skulu eggjast til at menna teirra sjálvstøðu og birtast skal upp undir teirra tolsemi, so tey í orði og verki sýna sínum medmenniskjum somu virðing, sum tey sjálvi ynskja at fáa. Børnini skulu stuðlast í at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra hugsan, enn tey sjálvi ella fjøldin hevur.

LÆRUÁSKOÐAN

Øll børn hava viðføddar førleikar og tað er í sambandi við onnur, bæði vaksin og børn, at barnið mennist.  Henda myndin av tí ríka barninum skal, saman við undran, áhuga og forvitni hjá barninum, vera grundarlagið undir øllum námsfrøðiligum virksemi.

Spæl og læra eru samantvinnað. Tað er í spælinum at børnini gera sær royndir av avbjóðingum og upplivingum, ið tey fáa í gerandisdegnum. Tí er spæligleði ein týðandi liður í barnsins menning og læru. Avbjóðingin hjá vaksnum er at finna javnvágina millum at blanda seg uppí spælið, geva íblástur til spælið og at geva børnunum frið at spæla og menna sítt spæl. Tað er okkara uppgáva at fá spælið at vera ein náttúrligan part av tí skipaða virkseminum, ið byggir á menningarøkini í námsætlanini.

Sum starvsfólk er umráðandi at vit skapa eitt trygt og avbjóðandi umhvørvi, ið gevur børnunum møguleikar og íblástur til spæl og læru. Umhvørvið hevur skapandi vald, tí er neyðugt at vit hava eina støðutilvitan, at vit eru tøk og nærverandi í okkara arbeiði.
Foreldur/verjar eru høvuðspersónar í lívinum hjá børnunum, tí er tað sera umráðandi at vit hava eitt gott samstarv við øll foreldur/verjar. So at vit á besta hátt menta børnini til vælvirkandi samfelagsborgarar.

Barna- og læruáskoðanin byggir á ST-barnarættindarsáttmálan, St-sáttmálin um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, námsfrøðuligu stevnumiðini, námsfrøðiligu vangamyndini og felags virðisgrundarlagið hjá barnaøkinum í Vága kommunu.

Tey 6 ára gomlu

Dagstovnarnir eru, saman við skúlanum, farnir undir eitt samstarv, har endamálið er at geva børnunum bestu fortreytir fyri eini góðari skúlabyrjan. Við hesum samstarvi, ynskja vit at gera børnini kend við hvønn annan, við skúlaumhvørvið og lærarar, sum taka ímóti teimum, tá tey byrja í 1. Flokki.

Hetta síðsta árið, børnini ganga í barnagarð, verður farið inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini gerast kend við viðurskiftini í einum komandi 1. Flokki. Øll læringin tekur støði í spæli.

Eina ferð um vikuna møtast stovnarnir soleiðis:

Fyrra hálvárið –  í høllini til skipað virksemi við rørsluvegleigarum frá NR. Í Smílikulluni til skipað virksemi við m.a. málspølum.
Seinna hálvárið – saman við lærarum í skúlanum, har tað verður arbeitt víðari við málspølum og talfatan. Halda áfram við at møtast í høllini.
Tað sum eyðkennir okkara arbeiði er at vit arbeiða við, at menna og menta  hvørt einstakt barn, við greiðari tilvitan um, at øll børn eru ymisk, men øll børn kunnu læra.

Læruáskoðanin, vit arbeiða útfrá, er næsta menningarstig hjá Vygotski, tað sum barnið dugur saman við øðrum í dag, dugur tað sjálvt í morgin. T.v.s børn læra av hvørjum øðrum og okkum vaksnu, um umstøðurnar loyva tí.

Arbeiðið, sum dagstovnarnir gera við teimum 6 ára gomlu tekur støði í Námsætlanini hjá stovninum, men dentur verður lagdur á menningarøkini: Persónligir førleikar, Sosialir førleikar, Málsligir førleikar og Rørsluligir førleikar. Her hava vit sett okkum hesi mál:

Persónligir førleikar

Sjálvbjargni -  Barnið  klára seg sjálvt t.d. við reinføri, lata seg í klæðir, hava ábyrgd av egnum tingum.
Egin mørk – Barnið megnar at siga frá yvirfyri hinum børnunum og fær møguleika fyri at loysa tvístøður sjálvt.
Sjálvkensla – Barnið trýr uppá seg sjálvan og hevur dirvi at royna nýggjar avbjóðingar.
Bindindi og hugsavnan – Barnið dugir at móttaka, skilja og fylgja felags boðum.

Sosialir førleikar

Tann góði felagsskapurin – Børnini trívast og hava tað gott saman. Hava virðing fyri hvørjum øðrum. Skilja at tey hava ymisk sjónarmið. Tey lurta eftir hvørjum øðrum.
Sosialorka -  Barnið fær fleiri jaligar upplivingar/sambondi í felagsskapinum enn neiligar. Hetta gevur barninum orku/mótstøðuføri at handfara avbjóðingar í gjøgnum lívið.
Empati – Barnið megnar at liva seg inn í kenslur og tørvir hjá øðrum menniskjum. Lærir nýggjar mátar at loysa trupulleikar. Lærir at handfara sína vreiði á ein skinsaman hátt.
Tað gevur sosialaorku tá ein lærur at seta seg sjálvan til síðis og vísa umsorgan-næsta kærleika- og samkenslu fyri øðrum menniskjum, og hetta er nakað vit arbeiða nógv við hjá teimum 6 ára gomlu, so tey kunnu gerast ein góður floksfelagið tá tey koma í skúla. So tey duga at taka atlit til onnur menniskju, og tora at siga frá tá okkurt neiligt fer fram, so normurin verður, at her hjálpa og stuðla við hvørjum øðrum.  

Málsiligir førleikar

Fjølbroytt málsligt umhvørvi - Barnið lærir nýggj hugtøk, økir um orðatilfongi og lærir at samskifta á ein hóskandi hátt.
Søgulesnaður, spæliskriving og málspøl – Barnið verður tilvitað um bókaheimin. Barnið verður tilvitað um tøl og bókstavar.
Nærverandi vaksin – Barnið lærir at samrøða og seta orð á seg sjálvan og alt í fer fram rundanum ein.

Rørsluligir førleikar

Børn læra ígjøgnum kroppin – Barnið skal hava so nógvar náttúrupplivingar og rørsluligar avbjóðingar, sum gjørligt.
Sansastimbran – Barnið skal hava møguleika fyri at stimbra húðasans, tyngdarsans og vødda-liðsansin.
Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum. Hetta letur seg einans gera við nærverandi vaksnum, sum møta barninum har tað er. Sum síggja læringsmøguleikar hjá hvørjum einstakum barni, og geva ti  fleiri góðar upplivingar enn ringar, meðan tað er á stovni.  Soleiðis leggja vit dent á at skapa eitt umhvørvi, har barnið fær møguleikar, at menna atburð og førleikar, sum ger, at tað kann liva og handfara lívsumstøður í framtíðarsamfelagnum, har 1. Flokkur er næsta stigið.

Nærverandi vaksin: tað merkir, at børnini vera møtt  sum tey eru,  at vit síggja læringsmøguleikar hjá hvørjum einstøkum barnið, at barnið far fleiri góðar upplivingar enn ringar, í meðan tey eru á stovni,  at børnini vera fylt við upplivingum, at vit vita hvussu ein er ein góður samtalufelagi, sum lærir børn at samrøða og seta orð á seg sjálvan og  alt í fer fram rundan um tey.