Námsfrøðilig amboð

LæringssøgaUmhugsanarfundurSTARTStig fyri stig

Læringsøga

Ein læringsøga er ein støðubundin lýsing av áhugamálum, førleikum, ella avgerðum barnið tekur. Endamálið við eini Læringsøgu er at styrkja barnsins sjálvsvirðið, samleika og tilvitan, um at tað er eitt virki menniskja, ið er ført fyri at læra ígjøgnum alt lívið. Hesin arbeiðsháttur hevur sín uppruna í New Zealandi, og er mentur til tess at fáa eitt bindilið ímillum menningarætlanina og ítøkiliga arbeiðið inni á stovninum.

Læringsøgur skulu samantvinna: eygleiðing, skjalprógvan, eftirmeting, menningarmøguleikar hjá einstaka barninum og at enda ítøkiliggera okkara leiklut. Læringsýnið handan læringssøguháttin er sosialkonstruktivistiskt, t.v.s. at læring er nakað, ið ferð fram ímillum barnið og umhvørvið (okkum vaksnu, hini børnini og fysiska rúmið).
Tá vit seta orð á hvussu vit síggja barnið, og allar teir møguleikar tey hava at mennast, eru vit við til at styrkja barnsins sjálvskenslu og kunnu vit hjálpa teimum at ognartaka jaligu søgurnar um seg sjálva.

Læringsøgur taka støðið í tilgongdum heldur enn úrslitum. Tí tað sum hevur týdning, er ikki um eitt barn megnar eitt hvørt, men tilgongdin tað hevur verið ígjøgnum, til at menna sær førleikan.

Umhugsunarfundur

Í Miðgarði, arbeiða vit við einum námsfrøðiligum amboð, ið kallast umhugsanarfundir. Grundhugsanin handan hetta amboð er:
“Tað er ein bardagið taptur frammanundan at nýta fortíðinnar einfalda heilivág til nýtíðarinnar fjøltáttu avbjóðingar. “

Tað merkir, at okkara førleikar og vitan mugu samsvara við tær avbjóðingar, ið nútíðmanssamfelagið setur. Og verður hetta gjørt, við at styrkja okkara førleikar við fakligum kjaki um okkara arbeiði. Har umhugsan er í hásæti, og samskifti er við til at konstruera nýggjar veruleikar, fatanir og loysnir.

Umhugsarnarfundir eru skipaðir soleiðis, at tvær stovur luttaka á einum fundi. Onnur stovan kemur við eini Case, og hin stovnan skal umhugsa. Fundurin verður skipaður útfrá einum skema, sum greitt vísir hvør stova hevur orðið nær. At lurta tilvitað eftir hvussu onnur gera og hugsa birtir upp undir nýggjar  tankar, og gevur okkum øllum møguleika, til at umhugsa okkara egna hátt at hugsa og gera.

Bæði námsfrøðingar og hjálparfólk luttaka á umhugsanarfundunum, tí vit sum stovnur ynskja at gagnnýta førleikarnar hjá øllum starvsfólkunum. Tað vil siga námsfrøðiliga vitan, nógvar royndir, jaligan anda og vilja til at mennast. Tískil eru allir fundirnir ymiskir, tí ymiskleikin í fólkinum myndar fundirnar.

Start

Í vøggustovuni arbeiða við einum amboði, sum eitur Start. Endamálið við arbeiðinum í Start, er at menna teir sosialu og kensluligu førleikarnar hjá børnunum. Fyri nógv børn er vøggustovan tað fyrsta møti við verðina uttanfyri familjuna, og tað er ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum, at vit saman við tykkum foreldrum eru við til at menna teir sosialu og kensluligu førleikarnar hjá børnunum.

Start hevur trý ymisk høvuðsøkir:
Empati - børnini læra at kenna aftur tær ymisku kenslurnar hjá sær sjálvum og øðrum.
Tilknyti - fokus á at fáa børnini at føla tryggleika og álit á okkum vaksnu.
Sosialt samanspæl - børnini menna førleikar, sum eru góðir at duga í samanspælið við onnur, so sum at klára at bíða, skiftast um, spyrja pent osv.

Tit eru vælkomin til at tosa við okkum, um tit hava spurningar

Stig fyri stig

Í barnagarðinum  arbeiða vit við Stig fyri stig. Stig fyri stig er eitt amboð, ið verður nýtt til at stimbra teir empatisku og socialu førleikar hjá børnunum. Vit hava arbeitt við Stig fyri Stig í nøkur ár og hava góðar royndir við hesum. Í stig fyri stig arbeiða vit við kenslum. Vit læra børnini at seta orð á teirra kenslur og kenslurnar hjá ørðum.

Undirvísingin er býtt upp tríggjar høvuðsbólkar.
1.Empati(innlivingarevni). Børnini læra um kenslur, og hættir at skilja hvønnannan.
2. Impulsstýring og trupuleikaloysn. Børnini læra førleikar at loysa trupuleikar við, og tey venja seg við ymiskt, s.s. at biðja um umbering, at bróta av fólkaliga, og at fáa nýggjar vinir.
3. Sjálvstýring. Børnini læra at stýra sinninum á ein hátt ið ikki særir onnur.

Tit fara at fáa fleiri brøv um stig fyri stig, og teir førleikar ið børn tykkara læra.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar um stig fyri stig.