![]()
Saman um barnið - Vitan í verki
Kunningar skriv um verkætlanina:
Góðu foreldur Vit skriva til tykkum fyri at kunna um, at vit, Miðgarður, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum, eru farin í gongd við eina 3 ára verkætlan, sum vit hava kallað Saman um barnið - Vitan í verki Vit ynskja øll hvør í sínum lagi alt tað besta fyri okkara børn og ungu. Og øll vit mongu, sum eru um børnini dagliga og tit foreldur royna okkara allar besta. Men samstundis bæði hoyra og uppliva vit dagliga, at børn stríðast og eru undir alsamt vaksandi trýsti.
Henda verkætlanin er í fleiri liðum. Hon er ætlað at styrkja starvsfólk fakliga. Hon er ætlað at fáa stovnar og skúlar at virka betur innanhýsis sum ein eind. Og ikki minst er hon ætlað at styrkja samstarvið millum ymisku stovnarnar og skúlarnar. Vit skulu øll vera saman um barnið.
20.1.2023