Miðgarður er ein kommunalur dagstovnur í Miðvági, sum læt upp 8. august 2011. Stovnurin er opin allar gerandisdagar frá kl. 7.15 til kl. 17.00. Vit samlast á Jansastovu og Kirkjastovu um morgunin. Kl. 8.00, fara vit inn á okkara egnu stovur. Tá kl. er 16.30 samlast vit aftur inni á Kálvalíðstovu og Kirkjastovu og eru har til vit stongja.
1. okt. 2011 bleiv stovnurin navngivin á almennari móttøku. Stovnurin fekk navnið Miðgarður, tí at:
Stovnurin liggur á miðjari oyggj.
Stovnurin hevur eitt livandi torg/garð í miðjuni.
Miðgarður er søguligt navn úr gomlu norrønu gudalæruni.
Navnið er ævintýrkent og talar til hugflogið.
Ì fluttari merking, kann orðið garður skiljast sum "vernd, tryggleiki, barnatrygd, og samanhald". Miðgarður er lætt at siga og samstundis lætt at benda.
Stovunøvnini eru teir gomlu býlingarnir í Miðvági og nakrir nýggir.
Hugskoti til heimasíðina vísir til norrønu gudalæruna har ælaboðin Bifrost er ein brúgv, sum gongur frá Àsgarði har gudarnir búgva til Miðgarð har menniskjuni búgva.
Vit ynskja, at foreldrini koma inn á stovuna við barninum, so vit vita, at tit eru komin. Tað sama er galdandi, tá tit koma eftir barninum. Sigið altíð frá, tá tit fara heim og lætið portrið aftur eftir tykkum, tá tit koma og fara.
Um onnur enn foreldur heinta barnið, skal hetta boðast stovuni frá. Systkin sum avheinta vøggustovubørn, skulu ikki vera undir 13 ár.
Foreldur verða biðin um at ringja ella senda boð áðrenn kl. 9.30, um barn tykkara kemur seinni enn kl.9.30. Um barnið er sjúkt, verða tit biðin um at kunna stovuna um hetta, um barnið hevur frí, er ikki neyðugt at siga frá.
Vit arbeiða eftir dagstovnalógini § 2 www.logir.fo
Spæligleði
Samstarv
Viðurkenning
Vit hava gjørt eina virkisætlan fyri Miðgarð, sum er settur saman av trimum kjarnuvirðum.
At skapa eitt opið og rúmligt umhvørvi á stovninum.
At børnini møta lurtandi vaksnum.
Vit vilja glað, lærandi og spælandi børn.
Tit kunnu lesa meir um okkara virðisgrundarlag og virkisætlan sum liggur á www.midgardur.fo undir "um okkum".
Virðisgrundrarlagi og virkisætlanin er grundarlagið undir okkara arbeiði.
Vit eru eitt lurtandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn trívast og mennast í tryggum umhvørvi.
Øll børn mennast hvør í sínum lag. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvið sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Vit vilja skapa umstøður, soleiðis at hvørt barnið, fær ment øll síni viðføddu evni.
Náttúran og nærumhvørvið er ein natúrligur og týðandi partur í okkara gerandisdegi saman við børnunum - her hugsa vit um hvussu týdningarmikið tað er, at børnini fáa rørt seg, og hvussu nógv rørslurnar hava at siga fyri menningina hjá barninum.
Eisini hava vit ymisk verkstøð sum gevur okkum møguleikar at fara í dýbdina saman við børnunum, og harvið fáa stimbrað og ment teirra hugflog og skapandi evni.
Vit vilja fegin hava eitt gott foreldrasamstarv - at børn og vaksin kenna seg væl at koma inn í húsið. Vit eru álítandi, opin og erlig - og vit lurta, eisini tá vit eru ósamd.
Øll menniskju eru ymisk. Hetta merkir at vit mugu hava virðing fyri øðrvísi hugsanum, enn okkara egnu - at vit virða og viðurkenna ymisleikarnar hjá hvørjum øðrum.
Vit síggja møguleikar fram um forðingar, og hava ein jaligan hugburð til okkara arbeiði. Vit leggja dent á, at starvsfólkabólkurin er í menning, og harvið altíð er tilreiðar at møta nýggjum avbjóðingum. Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum - og sjálvsagt eitt gott samstarv millum stovn og heim er høgt raðfest.
Er nakað tit vilja tosa við okkum um, eru tit altíð vælkomin til tað.
Miðgarður hevur sína egnu heimasíðu, www.midgardur.fo
Við heimasíðini ynskja vit at lýsa námsfrøðina í Miðgarði.
Miðgarður hevur facebook vangamynd, hetta hevur verið ynski frá foreldraráðnum, fyri at fáa eina enn betri kunning út til foreldur.
Stovurnar hava bólkar har tær lýsa tað námsfrøðiliga arbeiði, við at vísa ymiskar støðumyndir, hvat rørir seg í barnabólkinum, og annars hvussu vit arbeiða námsfrøðiliga.
Um foreldur ynskja at fáa kunning ígjøgnum facebook, verða tit biðin at "adda" Miðgarð, so verða tit koyrd inn á bólkin hjá stovuni barnið gongur á.
Starvsfólkini á stovninum skriva undir tagnarskyldu við starvsetan, og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.
Navn skal á øll klæðir! Umráðandi er, at tit halda skil á, at tað altíð eru skiftiklæðir á plássinum hjá barninum. Í Miðgarði vilja vit fegin vera úti hvønn dag, óansæð veður. Tí er umráðandi at børnini hava klæðir við sum passa til veðrið. Kavadrakt, regnklæðir og gummistilvar skulu tey altíð hava, tá tað eru tey mest brúktu klædnapløggini her í húsinum. Eisini mugu vøggustovubørnini hava klæðir at sova í.
Miðgarður koyrir við eini matarskipan, har møguleiki er at børnini fáa heilsugóðan mat, meðan tey eru á stovni, ímóti einum gjaldi á 300,- / mðr. Sí námsfrøði.
Vit hava gjørt ein kostpolitikk og leggja vit dent á, at børnini fáa ein sunnan kost frá okkum. Sí okkara kostætlan undir námsfrøði "viðtøkur" Vit meta, tað er umráðandi at geva børnunum sunnar og góðar matvanar, meðan tey eru smá.
Børnini fáa frukt frá stovninum.
Umframt leygar/sunnudag og halgidagar eru hesir at rokna sum serstakir frídagar :
jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan, flaggdagin, ólavsøkudag.
Grundlógardag og ólavsøkuaftan aftaná kl. 12.
Stovnurin fer í summarferiu 4 vikur í juli/august, tó er møguleiki fyri ansing eftir avtalu.
Stovnarnir í Vágum skiftast um at hava opið í summarferiuni.
Stovnurin er stongdur ímillum jól og nýggjár.
Miðgarður hevur fastan ráðleggingardag fyri starvfólkunum, sum er dagin aftaná Kristi Himmalferðardag, tá er stovnurin stongdur.
1/1 pláss í barnagarði kostar : 1.750,- 1/2 pláss í barnagarði kostar : 970,-
1/1 pláss í vøggustovu kostar: 2.270,- 1/2 pláss í vøggustovu kostar : 1.250,-
Systkinafrádráttur er givin til familjur við meiri enn einum barni í ansing soleiðis, at bert verður rindað fult gjald fyri tað yngsta barnið, 75 % fyri næsta barnið og 50% fyri triðja barnið. Býráði samtykti tann 20 Novembur 2017 at loft skal leggjast á foreldragjaldið soleiðis, at hægsta foreldragjaldið fyri ansing er nú kr. 3000,-
Goldið verður fyri 11 mánaðir, og goldið verður forút. Juli mánaður er gjaldfríur, og barnið skal vera í feriu minst 4 vikur.
Full ansingartíð hjá barni er frá kl 7.15 til kl. 17.00, tó í mesta lagi 9 tímar.
Hálv ansingartíð er antin fyrrapart ella seinnapart, ella aðru hvørja viku.
Tað ber til hjá øllum at søkja um frípláss. Tit fáa eitt oyðiblað á skrivstovuni ella www.vaga.fo.
Avgerð um frípláss verður altíð tikin út frá hvør inntøkan var seinasta ár, ella um tað er stór broyting í inntøkugrundarlagnum tá søkt verður.
Uppsagnartíðin er 1 mánaður, frá tann 1. í hvørjum mánað.
Um barnið er sjúkt og ikki kann fylgja einum gerandisdegi við t.d. ikki at kunna fara út, kann tað ikki vera á stovninum. Sigið frá um morgunin, um barnið er sjúkt. Soleiðis at vit kunnu siga frá, um smittandi sjúkur eru. Barnið er vælkomið aftur á stovnin, tá barnið hevur verið feburfrítt 24 tímar.
Tosa við starvsfólkini á stovuni, um hvussu tit ynskja, at føðingardagurin hjá barninum skal haldast. Vit gera vart við at ikki er loyvt at leggja myndir av børnunum út á alnótuna. Vit leggja sjálvi myndir út á face-book bólkin hjá stovuni.
Um børnini hava leikur við á stovnin, tekur stovnurin ikki ábyrgd av hesum.
Børn ið nýta blæur, skulu hava tær við sjálvi.
Foreldraviðtalur eru tá tørvur er á hesum. Vit leggja upp til eitt dagligt samskifti, bæði tá barnið kemur á stovn og tá barnið verður heinta. Umráðandi er at um okkurt er, at vit hava tað álit á hvønn annan, at vit tosa um tað beinavegin, er tað ov stórt at tosa um, í gongini, so biða vit um eina viðtalu, har vit seta tíð av til hetta, og tað sama ynskja vit at tit gera.
Foreldrafundur stovuvís er á heysti. Eisini skipar foreldraráðið fyri einum felags foreldrafundi árliga, við ásettari dagskrá. Um tit annars hava okkurt at tosa um, antin viðvíkjandi tykkara barni ella viðvíkjandi okkum starvsfólkum, so eru tit altíð vælkomin at siga tað við okkum. Er trupulleikin ov stórur ella ov persónligur at tosa við viðkomandi starvsfólk um, set teg so í samband við leiðaran.
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna við stovnin og at arbeiða positivt fyri at styrkja um samstarvið millum heimið, stovnin og kommununa.
Telduposturin hjá foreldraráðnum er: foreldur.midvag@vaga.fo. Hvør umboðar foreldraráðið sæst við hyggja inn á www.midgardur.fo undir foreldraráð.
Illugi Gunnarson, íslenskur mentamálaráðharri og fylgi vitjar Miðgarð 31. mai 2016.
Almen móttøka var 1. oktobur 2011.