19.7.2021

Foreldrasamstarvið er lykilin til góða barnalívið

At foreldur og stovnur samstarva væl hevur alstóran týdning fyri barnið. Ikki bara í barnaárunum, men alt lívið, siga námsfrøðingarnir, Tordis Dam Johannesen og Laila í Løðu, sí grein í Pedagogblaðnum.

At foreldur og stovnur samstarva væl hevur alstóran týdning fyri barnið. Ikki bara í barnaárunum, men alt lívið, siga námsfrøðingarnir, Tordis Dam Johannesen og Laila í Løðu.

Samstarvið millum foreldrini og stovnin er eitt týðandi tilfeingi, sum starvsfólkini á dagstovnunum í størri mun eru farin at geva sær far um og seta orð á.

Á fundi í áhugabólkinum, Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, tann 13. apríl varð kikarin m.a. settur á foreldrasamstarv, og hvussu dagstovnar kunnu arbeiða fyribyrgjandi. Hesaferð var tiltakið í Miðgarði í Miðvági, har starvsfólk og leiðsla fyrst høvdu framløgu, og síðani var kjak.

Tilvitað fokus á samstarv

Millum teir umleið 40 námsfrøðingarnar á fundinum vóru Tordis Dam Johannesen og Laila í Løðu, sum hava starvast sum námsfrøðingar í ávikavist 20 og 11 ár.

Tær eru samdar um, at góða foreldrasamstarvið liggur í dagliga samskiftinum og samstarvinum við foreldrini. Og her er umráðandi, at stovnurin tilvitað setir fokus á foreldrasamstarvið við námsfrøðiligum amboðum og málsetningum.

Tær halda, at vit hava flutt okkum frá tíðini, har stovnarnir hildu seg næstan einsamallar eiga ábyrgdina av børnunum. Ja, eitt sindur sum ”farið tit foreldur til arbeiðis, so skulu vit nokk orðna gerandisdagin hjá barninum”.

-Í dag hugsa vit meira, hvat er tørvurin hjá barninum, og hvat skal til, fyri at tykkara barn skal trívast. Foreldrini eiga ábyrgdina, meðan vit stuðla uppundir, at barnið og familjan trívast, sigur Leila í Løðu, sum starvast í Miðgarði.

Akkersfólk

Alt fleiri stovnar hava t.d. slept regluni um, at børnini skulu møta innan klokkan hálvgum 10. Hetta er fyri at geva familjuni ein róligari gerandisdag og møguleika at vera meira saman.

Eisini leggja námsfrøðingarnir stóran dent á tíðina, tá barnið av fyrstan tíð byrjar á stovni.

Til dømis hevur Sóljugarður í Sandavági, har Tordis starvast, eitt sokallað akkersfólk gjøgnum alla vøggustovutíðina.

-Vit eru meira og meira varug við týdningin av tilknýti. Tað er umráðandi, at barnið fær tilknýti til okkum, sum eru um tað. Men ikki fýra nýggj fólk í senn. Tí fær barnið eitt starvsfólk – eitt akkersfólk - sum serliga tekur sær av tí, greiðir Tordis frá.

Royndirnar eru eisini, at tá ein tíð er farin, og barnið er trygt í vøggustovuni, so fer tað sum oftast til sítt akkersfólk, um okkurt er á vási. Hetta vísir, at skipanin við akkersfólki hevur týdning fyri at skapa tryggleika og tilknýti.

Innkoyringin í vøggustovuna er rættiliga skemaløgd. Fyrstu dagarnar er barnið stutta tíð á stovni, og foreldrini eru við. Tá umleið tvær vikur eru farnar, kann barnið vanliga vera fullan dag á stovninum. Men í summum førum skal barnið brúka longri tíð til at venja seg við stovnsgerandisdagin.

Fyrsta samrøðan

Samstarvið við foreldrini fer í gongd, áðrenn barnið byrjar á stovni.

Laila greiðir frá, at í Miðgarði hava tey eina innkoyringarsamrøðu, áðrenn barnið byrjar í vøggustovu. Bæði foreldrini skulu møta – uttan barnið. Hetta er fyri at geva foreldrunum frið at savna seg um samrøðuna uttan at verða órógvað.

-Fyrr vóru tað ofta vit, sum tosaðu og greiddu frá um stovnin. Men í dag leggja vit størri dent á, at foreldrini skulu hava orðið, sigur Laila.

Áðrenn innkoyringarsamrøðuna fáa foreldrini eitt vælkomuskriv við kunning um, hvat innkoyringarsamrøðan fer at snúgva seg um. M.a. um viðgongutíð, fyrstu tíðina hjá barninum, hvat tey vænta av vøggustovuni, og hvussu tað fer at ávirka barnið at byrja í vøggustovu.

Kokuloysn og strongd kunnu ávirka

-Vit byggja okkara arbeiði nógv á gransking og evidens, og vit vita, at kenslur og nervaskipan verða til longu í móðurlívi. Tí ávirkar tað barnið, hvussu mamman hevur havt tað í viðgongutíðini, greiðir Laila frá.

Hevur mamman t.d. havt kokuloysn og hevur noytst at ligið nógv, kann hetta ávirka motorikkin hjá barninum. Eisini strongd og burðartunglyndi hjá mammuni hava týdning fyri menningina hjá barninum. Alt hetta er umráðandi fyri stovnin at vita, soleiðis at starvsfólkini kunnu stuðla barninum og familjuni best møguligt.

Tey hava gjørt eitt spurnarskjal fyri at leiða samrøðuna betri og fyri at tryggja, at tey fáa alt við. Haraftrat tryggjar spurnarskjalið, at øll starvsfólkini veita somu tænastu.

Tey hava eftirmetingarsamrøðu eftir átta vikur og so vanliga eina árliga foreldrasamrøðu. Og har er prinsippið, at onki nýtt verður tikið upp til árligu foreldrasamrøðuna, tí at foreldur og starvsfólk skulu kunna tosa um alt viðvíkjandi barninum í dagliga samskiftinum.

Góðanmorgun og vælkomin

Laila og Tordis leggja dent á, at tað er umráðandi, at starvsfólkini altíð eru har, tá foreldrini koma við barninum.

-Foreldrini skulu ikki leita eftir okkum. Eitt starvsfólk skal altíð taka ímóti og nevna navnið á barninum. Tey skulu merkja, at tað hevur týdning, at tey koma her í dag, sigur Laila.

Dagliga samskiftið millum foreldur og starvsfólk hevur stóran týdning. Tað kann vera, tá barnið møtir um morgunin, tá tað fer heim og annars eftir tørvi. Dagliga samskiftið og samstarvið geva bestu fortreytirnar fyri at loysa møguligar trupulleikar, áðrenn teir vaksa seg størri. Við góða dialoginum skulu foreldrini kenna seg trygg. Og tryggari foreldrini eru, tryggari gerast børnini.

Ov nógvar tímar á stovni

Ein partur av dialoginum kann eisini vera, at námsfrøðingarnir siga foreldrunum frá, um barnið hevur tørv á at vera meira heima og at hava styttri dagar á stovninum.

Hetta kann vera trupult at siga, tí vit vita væl, at nógv foreldur eru sera upptikin av arbeiði. Men tað er umráðandi at taka støði í tørvinum hjá barninum, og ofta ber til at laga tað soleiðis, at annað av foreldrunum, ein gubbi ella omma kunnu koma eitt sindur fyrr eftir barninum, greiða Tordis og Laila frá.

Sjálvandi vita starvsfólkini, at summi foreldur kunnu vera hart spent fíggjarliga og hava lítið netverk. Tá royna vit at loysa støðuna við at geva barninum eyka umsorgan, tí foreldrini hava so lítlar møguleikar at stytta dagin hjá barninum á stovninum, siga tær.

Námsfrøðilig amboð

Tað er umráðandi at grunda arbeiðið á stovnunum á námsfrøðiliga vitan og amboð. Laila greiðir frá, at tey m.a. brúka Tiltøk í Tøkum Tíma (TÍTT), sum SSP hevur ment,  og sum er eitt amboð at meta um trivnaðin hjá børnum.

Støðan hjá einstaka barninum verður mett tvær ferðir um árið við einum trivnaðarskjali, har tey brúka litirnar grønt, gult og reytt at lýsa støðuna: Grønt, tá barnið trívist. Gult, um onkur viðurskifti undra starvsfólkini. Og reytt, um starvsfólkini eru stúrin um støðuna hjá barninum.

Endamálið er at tryggja, at hond verður tikin um møguligar trupulleikar so tíðliga sum gjørligt. Ávaringartekn kunnu m.a. vera, at barnið hevur ov lítla eygnakontakt, onki mál, ov lítla sosiala orku (móð børn) ella ikki søkir vaksin nóg nógv.

Eru avbjóðingar, tosa námsfrøðingarnir við foreldrini um hetta, soleiðis at stovnur og foreldur kunnu samstarva um eina loysn.

Eisini eru tey partur av PNN, sum er professjonelt námsfrøðiligt netverk, har dagstovnar samstarva um at finna amboð at handfara aktuellar avbjóðingar í dagstovnaarbeiðinum. Millum annað avbjóðingina at skipa professjonelt foreldrasamstarv í einum nærumhvørvi, har øll kenna hvørannan.

Tey gera nógv burturúr at eftirútbúgva fólk og støðugt søkja sær nýggjastu vitan og gransking innan námsfrøði.

Stovnurin er eitt ískoyti

Tordis og Laila eru samdar um, at stovnurin kann ongantíð koma ístaðin fyri foreldrini, men kann bara vera eitt ískoyti.

Sambandið millum barn og foreldur er sera umráðandi, tí gott tilknýti virkar fyribyrgjandi. Og júst hetta er ein avbjóðing í dagsins samfelag, har foreldur skulu náa so nógv – langar arbeiðsdagar, ítróttartiltøk, bindiklubbar o.s.fr.

Námsfrøðingarnir síggja tað sum sína fakligu uppgávu at vegleiða foreldrini og siga frá, um barnið trongir til eyka umsorgan og uppmerksemi.

Ov fá vaksin

Hóast dagstovnarnir arbeiða tilvitað við at stimbra barnið og lofta møguligum avbjóðingum, so ásanna Tordis og Laila, at orkan og møguleikarnir hava eitt mark.

Normeringarnar eru ov smáar, ov fáir útbúnir námsfrøðingar eru, og at kalla ongin tíð er til at fyrireika námsfrøðiliga arbeiðið.

-Sambært sáttmála hava vit ein tíma um vikuna til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið, og tað er ov lítið. Tað skuldi verið í minsta lagi fimm tímar um vikuna, sigur Tordis.

Laila viðgongur, at nógv fyrireiking hjá námsfrøðingunum verður gjørd í frítíðini og døgurðatímunum.

Tordis sigur, at hon er givin at fyrireika í frítíðini. Tað gjørdi hon, tá hon var yngri og nýggjari í fakinum, men hon vil ikki longur arbeiða ókeypis.

-Eg ynski mær eitt átak longri uppi í skipanini, har orð verða sett á, hvat er tað góða barnalívið. Vit hava skipað samfelagið soleiðis, at vit stappa børn inn á stovnar, uttan at hugsa um neyðugu normeringarnar. Í vøggustovu eru 3 vaksin til 12 børn, men talið á starvsfólkum átti í veruleikanum at verið fýra. Og børn í aldrinum 10 til 18 mánaðir hava mestsum brúk fyri einum fólki í part, vísir Tordis á.

Álvarsamt í longdini

Ónøktandi normeringar er nógv meira álvarsamt, enn vit geva okkum far um.

-Børnini brúka eyguni og andlitsbráið á teimum vaksnu til at regulera sína atferð. Hetta gevur teimum tryggleika. Og børnini søkja tey vaksnu, tá tey hava tørv á onkrum. Men um tað eru ov fá vaksin, so gevst barnið at enda siga frá. Tað útsetir sín tørv, og tað er álvarsamt í longdini, sigur Tordis.

Fyrr í tíðini kundi barnið fara til ommuna og abban, tá foreldrini ikki vóru har, men í dag er tað á stovni meginpartin av degnum. At ov fá vaksin eru at møta tørvinum hjá barninum kann gjøgnum árini elva til eitt nú angist, strongd og tunglyndi. Tí mugu samfelagið og politikararnir taka normeringarnar á stovnunum í allarstørsta álvara, vísa Tordis og Laila á.

Útgreina námsfrøðina

Áhugabólkurin, Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, er í ferð við at útgreina, hvat eyðkennir námsfrøðina á dagstovnum her á landi. Endamálið er at gera námsfrøðina sjónliga – bæði fyri námsfrøðingum sjálvum og í samfelagnum. Bólkurin skal birta upp undir samrøður og kjak um dagstovnanámsfrøði umframt at kveikja áhuga og menna vitanina um hetta evnið.

Fundurin í Miðvági í apríl var triði fundurin í røðini hjá áhugabólkinum. Áður hava fundir verið í Kvívík og Kollafirði.

Allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast partur av áhugabólkinum. Tilmelding kann gerast við at senda teldupost til dagstovnanamsfrodi@gmail.com

http://pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2021/07/Pedagogbladid-02-2021-web.pdf

No items found.

Onnur tíðindi