22.3.2022

Kom og arbeið hjá okkum í Miðgarði

‍Vágakommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkummøguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna ínútíðarsamfelagnum. Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn,ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast einvirkin partur av fakligu menningini. Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vitvilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión viðbarnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, attað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkaraarbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

 

Vágakommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkummøguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna ínútíðarsamfelagnum. 

 

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn,ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast einvirkin partur av fakligu menningini.

 

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vitvilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking.

 

Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión viðbarnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, attað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkaraarbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

 

Vit søkja eftir námsfrøðingum og avloysarum til dagstovninMiðgarð í Miðvági. Í Miðgarði ganga 100 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur,ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðsstovurnar erualdursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

 

Vit havaniðurskriva uppgávubýti millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sínauppgávu.

 

Har summenniskju koma saman er ein mentan galdandi. Mentanin verður javnan eftirmett,tí vit eru tilvitað um, at broytingar ávirka mentanina, og neyðugter, at vit øll kenna okkum sum mentanarberarar. Fyri at viðlíka halda hetta,hava vit nýliga sett tíð av til ein námsfrøðing, sum hjálpirokkum øllum at ognartaka og taka ábyrgd av mentanini.

Í verandiløtu arbeiða vit eisini við at gera eina mentorskipan, sum skal tryggja tær einagóða byrjan, har tú fært innlit í og vegleiðing um hvussu vit arbeiða íMiðgarði. Alt hetta fært tú meira kunning um í innleiðsluskeiðnum, ið verðurbjóða til øll nýggj starvsfólk.

 

Stovutoyminiarbeiða sjálvleiðandi, við støðið í námsfrøðiligum tiltøkum, ið vitsjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:

 

·      TÍTT

·      TRAS

·      Umhugsanarfundir

·      Betrivinir

·      Motorikvegleiðarar

·      Námsfrøðiligráðgeving

·      Matarskipanin

·      Mentorskipan

 

Tað erstuttligt at vera partur av Miðgarði bæði hjá stórum og smáum. Okkumdámar væl at vera spontan og hugsa stórt. Dømi um hugskot sum vithava viðtikið fyri allan stovnin:

 

·      Opinstovnur

·      Sangkór/orkestur

·      Endurnýtsluverkstað

·      Skipaðarfótbóltsvenjingar

·      Menningarætlanin.

·      Sjónleikaratoym

·      Vøggustovurnarhava skipaðar vælveru løtur

·      Fríggjadags renning

 

Vitvænta, at tú:

 

·      Ertútbúgvin námsfrøðingur

·      Ertnærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

·      Hevureina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

·      Góðsamstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarviðmillum foreldur, børn og starvsfelagar

·      Ynskiráhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

·      Attú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

 

Um túverður partur av okkara toymi kemur tú at arbeiða saman við 35 nærløgdumstarvsfólkum har av 16 øðrum námsfrøðingum, sum tryggja at øllstarvsfólkini arbeiða námsfrøðiligt.

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðiner vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

 

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 oghjálparfólk verða lønt á lønarstiganum

2-8

 

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo

 

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro,leiðara á tlf. 794520.

 

Umsóknsaman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum, skal sendast til Vágakommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk“Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. aprílkl. 12.00.

 

Um námsfrøðingarikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

No items found.

Onnur tíðindi