Tiltak

Barnaval 2026

Frá:
26.3.2026 9:29
Til:
26.3.2026 9:30

Barnaval 26 mars í Miðgarði. Tað var ein hendingarríkur dagur. Byrja var við eini páskaveiðu, har børn og vaksin vóru við í eini postarenning, ið hevåi nógvar ymiskar postar har rørsla var í miðdeplinum. Eftir tað var barnaval, tað fór fram inni í Kálvalíðstovu. Børnini høvdu fingið hvør sítt valkort, sum skuldi avleverast, fyri at fáa ein valseðil, so skuldi krossurin setast, í privatum kliva, og pappíri koyrast í kassan. Veljast kundi millum 4 ymiskir aktivitetir, sum eru rørslubani, vatnkríggj, ís ella poppkorn og film. Vinnandi aktiviteturin bleiv avdúkaður til sangløtuna fríggjamorgunin. Vinnandi aktiviteturin bleiv poppkorn og film.

Øll tiltøk