Fyritøkan Hugla, hevur heiðra Miðgarði við hesi viðurkenning. Hugla arbeiðir við at undirvísa, ráðgeva og við verkætlanum. Endamálið er at menna skapanarhugin, hugflog, innovatión og kreativitet hjá børnum og vaksnum, við at skapa eina burðardygga mentan við fokus á náttúru og vrakað tilfar at skapa úr. Í Miðgarði verður miðvíst arbeitt við tilvitanini hjá børnum um burðardygd, grønum vanum og at skapa tilknýti til náttúruna ígjøgnum námsfrøðiliga arbeiði. Arbeitt verður við endurnýtslu á ymiskan hátt og at avmarka tilfarsnýtslu og rusk. Og hetta fekk Miðgarður eina Huglu fyri, sum er tekin um umsorgan fyri menniskjum og umhvørvi.
Grundgeving
Tey gera eitt gott arbeiði, tá hugsað verður um at fáa grønu tilgongdina inn í virksemi teirra á ein natúrligan og meiningsfylta hátt. Stovnurin hevur eina endurnýtsluverkstovu, sum børnini altíð kunnu nýta frá tíð til tíð. Tey leggja viðhvørt upp til, at heimini hjálpa til við at lata brúktar lutir til verkstovuna. Eisini hevur foreldraráðið á stovninum í 2 ár á rað skipað fyri klædnaendurnýtslu, har foreldur lata ov trong klæðir inn. Klæðini verða skipað í støddir, og so kunnu somu foreldur fara inn í eitt rúm og fáa sær ókeypis klæðir og skógvar til børnini. Tað er sera væl umtókt og sera gott, bæði fyri pengapungin, umhvørvið og felagsskapin.
Stovnurin gongur upp í, at børnini sleppa út at røra seg hvønn dag og uppliva náttúru og djóralív. Stovnurin hevur eina matarskipan, sum tryggjar øllum børnum heilsugóðan mat hvønn dag. Foreldur boða frá, um barnið ikki kemur, so køkurin fær tillaga hvønn dag, so hann ikki ger ov nógvan mat, og soleiðis royna tey at gera tað so burðardygt sum gjørligt. Ein sera góður stovnur við nærløgdum starvsfólkum, sum tora at gera hendurnar skitnar, og børnini hava bæði sæð hemara, kóp, grindahval, skordjór og eina rúgvu av bóndagarðsdjórum á ferð við barnagarðinum.