17.5.2026

Ráðleggingardagur 15 maj 2026

Ráðleggingardagur 15 maj 2026. Evni var at "betra um arbeiðsgleðina, minka um strongd og at vera meira nærverðandi"

15 maj vóru starvsfólkini á dagstovnunum í Vága kommunu savnað til felags ráðleggingardag, har dentur varð lagdur á arbeiðsgleði, nærveru og trivnað í dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum.

Dagurin hevði serligt fokus á trivnað, samskifti og sálarligt arbeiðsumhvørvi í einum arbeiðsdegi, har nógv verður kravt av starvsfólkunum, sum hvønn dag arbeiða tætt saman við børnum og familjum. Á skránni vóru bæði faklig upplegg, kjak og bólkaarbeiði, har arbeitt varð við ymiskum viðkomandi støðum og avbjóðingum úr gerandisdegnum á dagstovnunum.

Undirvísari á degnum var Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur við serkunnleika innan kognitiva og metakognitiva terapi. Hann legði dent á praktisk amboð og ítøkilig ráð, sum starvsfólk kunnu brúka beinleiðis í arbeiðinum og í samstarvinum við bæði børn, foreldur og starvsfelagar.

No items found.

Onnur tíðindi