6.10.2021

Føðingardagur Miðgarður 10 ár

1 okt. fylti Miðgarður 10 ár. Í hesum sambandi skipaðu starvfólk, saman við børnunum á stovninum, skipa fyri hátíðarhaldi alla vikuna

Temaið á føðingardagsvikuni er ælabogin sum umboðar okkara virkisætlan:

Børnini sungu sangin " Saman eru vit vøkur" hjá Niclas Heri Jákupsson, sum hann gjørdi til Barnafagnaðin hjá Vága kommunu í 2015.

“Tá tað er sól og tað regnar, hygg upp í skýggini tá, skaparin á himmalin teknar og minnir okkum øll á, at eingin er eins her á foldum, at øll eru ymisk, men tó, ein ælabogi rúmar jú øllum, tí syngja vit so glað og so góð.

Ein ælabogi er ikki heilur, um hann bara manglar ein lit. Vit vilja virða hvønn annan, tí ælabogin – hann eru vit!”

Vit vilja læra børnini, at vit eru ymisk, men øll hava sama virði, og vit skulu vera góð við hvønn annan. Duga at vísa næstakærleika. Stovurnar hava fingið hvør sín lit í ælaboganum. Føðingardagsvikan eru uppbygd um hetta tema.

Allað vikuna vóru nógvar gestir á gátt. Børn frá skúlanum, Alvalon og Sóljugarði. Eldri frá Ivanshúsið, Undirhúsið og Yvirhúsið. Eisini var opið hús, fyri bygdafólki og onnur áhugaði vóru boðin at koma at síggja stovnin og hátíðarhalda 10 ára dagin saman við okkum.

Her eru nakrar myndir frá vikuni.

No items found.

Onnur tíðindi