Vinsemi millum foreldur❤️ Øll eru vælkomin, at fáa sær klæðir til sína familju❤️ Foreldraráðið skipar í hesum døgum fyri árligu klædnaendurnýtsluni har foreldur hjálpa foreldrum og vísa vinsemi í verki á ein burðardyggan hátt❤️ 💡Hugskotið sprettir úr okkara samábyrgd og vinsemis hugburði har vit m.a ynsktu, at foreldur fáa størri rúm og møguleika, at hjálpa hvørjum øðrum og stovninum við, at skapa tað góða barnalívið har vit í felag taka ábyrgd av trivnaðinum🫶 ❤️ Foreldraráðið í Miðgarði er virknir ábyrgdarar og mentunarberarar av vinsemis hugburðinum og hava bjóða seg fram, at hava ábyrgd av at skipa fyri foreldrakaffi nakrar ferðir um árið og árligu klædnaendurnýtsluni⭐️ Klæðini eru at finna í Leikasavninum. Beinleiðis inngongd er við, at fara upp gjøgnum brandtrappurnar við høvuðsdyrnar.