9.12.2020

Matarskipan

Í septembur 2018 byrjaðu vit við eini royndarverkætlan í vøggustovunum, við at gera døgurða til børnini, verkætlanin skuldi vera 3. mðr. Hetta eydnaðist sera væl, og tað sum vit sóðu var, at børnini høvdu størri áhuga í at prøva fjølbroyttan mat og hetta er eisini nakað, sum foreldur løgdu merki til heima.                
Tí bleiv avgjørt at víðka tilboði til allan stovnin. Vit fingu játtan frá Vaga kommunu, at víðka hetta tilboð til allan stovnin framm til ársenda 2019. Tá skal skipanin eftirmetast.
Vit fóru í gongd við at fáa køkin løggildan, tað hava vit nú fingið, men nakrar broytingar skuldu tó gerast í køkinum, og tá tað var liðugt, fóru vit í gongd við at seta somu matarskipan í gongd fyrri alt húsið. Byrja var 1.apríl 2019.
Gjaldið fyri hvør barnið er 300 kr. um mðr.
Vit ynskja at vera tilvita um og geva børnunum heilsugóðan kost. Tey fáa bjóða frukt fyrrapart, heitan mat ella breyð v/viðskera á middegi, og so millummála seinnapartin.
Vit síggja tað sum okkara uppgávu at geva børnunum heilsugóðan mat, meðan tey eru á stovni. Tað er umráðandi at leggja góðar matvanar í børnini, meðan tey eru smá. Okkara royndir eru at børnini elska at fáa heitan mat, hetta hevur eisini ávirkan á svøvnin og trivnaðin sum heild.
Maturin verður tilgjørdur í stóra køki, hvør stova kemur inn í køkin við rulliborðinum og avheintar sín døgurða, og tekur hann við út á sína stovu.
Matskrá blívur gjørd……og latin út á stovurnar at heingja upp.

Tað at vit hava fólk í køkinum at gera matin ger tað, at dagurin hevur nógv meiri tíð til nærveru hjá børnunum. Tíð er ein fortreyt fyri at kunna arbeiða námsfrøðiliga við matarstøðum, hetta er eisini tað ið Lisa Ahlmann sigur í bók síni ”måltider i vuggestuen”
Í matarstøðunum er ein rúgva av møguleikum hjá okkum starvsfólkum at stuðla undir læring og menning hjá barninum. Men tað krevur eina umskipan av umsorganararbeiðinum, har børnini gerast ein virkin partur av praktisku uppgávunum. Vit skulu geva børnunum TÌÐ at læra seg at blíva sjálvhjálpin, og ikki gera tingini fyri tey.

No items found.

Onnur tíðindi