26.3.2021

Móðurmáldagurin

26 mars er móðurmálsdagur, sum er føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimbs, hann var føddur á Steig í Sandavági í 1819, og ávirkans hansara á móðurmáli hevur verið so avgerandi.

Í Miðgarði hava vit hátíðarhildi móðurmálsdagin við at hava fokus á bøkur og søguforteljing, Eisini fingu børnini eina bók sum gávu í sambandi við átaki " Føroyar lesa"

At lesa bøkur hevur stóran týdning fyri málmenningina hjá børninum

Søguforteljing er ein deilig løta fyri bæði børn og vaksin, tá vit lesa saman, sita vit ofta tætt, slappa av, og njóta at gloyma tíð og stað, og liva okkum inn í bókina sum lisin verður.  Í veruleikanum eru tað fleiri aðrar góðar orsøkir til at lesa bøkur fyri okkara børnum, soleiðis sigur familjusálarfrøðingurin Ulla Dyreløv

Fyri tað fyrsta, so vekjast okkara sansir tá mann situr tætt saman og lesur, barnið far kroppsliga kontakt við ein tryggan vaksnan, luktisansurin gerst virkin, tí bøkur hava ein serstakan lukt, og følisansurin verður nýttur, tá vit blaða og peika á síðurnar. Alt hetta ger, at vit útskilja hormoni oxytocin, sum bæði gevur eina deiliga kenslu av eydnu og vælveru, og styrkir okkara eftiransni.

Fleiri bøkur barnið far lisið fyri sær, betir blívur tað til at hugsavna seg, lurta og skilja søguna sum fortald verður.

Søguforteljing hevur tann fyrimun, at mann ofta heldur smáar steðgir og tosar við børnini um tað sum hendir í bókini, viðurskifti ella upplivingar sum barnið knappuliga kemur í tankar um, og við at seta orð á tað, lærir barnið at gera samanberingar, hendan møgleikan far mann ikki, um  barnið sitir  einsamalt frammanfyri einum skermi, sigur Ulle Dyreløv

Bøkur eru ein trýbýtt uppliving, og vit vita frá gransking, at børn og serliga smábørn læra og skilja nógv betur, tá allir teirra sansir eru í spæl. Tað er, júst tað sum hendir, tá vit vaksnu taka okkum tíð til at lesa fyri børninum, 20 min um dagin eru tilráddir at lesa saman við børninum.

No items found.

Onnur tíðindi