1.3.2021

PNN gransking

At arbeiða professionelt í nærsamfeløgum

Okkara dagstovnur er partur av einum professionellum námsfrøðiligum netverki (PNN). Eitt PNN er eitt netverk har 3 dagstovnar arbeiða við at finna handlingar til akutelllar avbjóðingar í dagstovnaarbeiðinum. Netverkið verður leitt av einum granskara frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Vit hava sett okkum fyri at arbeiða við hesi avbjóðing: Hvussu arbeiðir man sum starvsfólk professionelt tá man skal tosa við foreldur um ymiskar avbjóðingar, tá man kennist og umgongst í nærsamfelagnum? Vit hava gjørt nakrar námsfrøðiligar aðalreglur við ymiskum handlingum sum báðar stovnar fylgja í 6 mðr. Eftir hetta gera vit eina kanning um starvsfólkini kenna at tey hava betri førleikar í samband við avbjóðingina. Hendan kanning verður samanborin við eina kanning, ið vit gjørdu í endanum av august. Námsfrøðiligu aðalreglarnar eru bygdir á gransking, sum er skrivað um í hesi bók: Helle Jensen & Elsebeth Jensen (2013). Professionelt forældresamarbejde. København: Nota. Somuleiðis hava vit latið okkum hugkveikt av hesi grein: Firouz Gaini (2006). Familie, leg og erfaring. Børnehavebørn og moderniseringsprocessen på Færøerne. BARN, 2006(3), 9-25. Og partar av hesi bók: Camilla Sløk (2020). Magt og omsorg i det eksistentielle lederskab. København: Dansk Psykologisk Forlag. Meira fæst at vita um PNN á pnngransking.com

No items found.

Onnur tíðindi