20.1.2023

Saman um barnið - Vitan í verki

Kunningar skriv um verkætlanina: Góðu foreldur Vit skriva til tykkum fyri at kunna um, at vit, Miðgarður, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum, eru farin í gongd við eina 3 ára verkætlan, sum vit hava kallað Saman um barnið - Vitan í verki Vit ynskja øll hvør í sínum lagi alt tað besta fyri okkara børn og ungu. Og øll vit mongu, sum eru um børnini dagliga og tit foreldur royna okkara allar besta. Men samstundis bæði hoyra og uppliva vit dagliga, at børn stríðast og eru undir alsamt vaksandi trýsti. Henda verkætlanin er í fleiri liðum. Hon er ætlað at styrkja starvsfólk fakliga. Hon er ætlað at fáa stovnar og skúlar at virka betur innanhýsis sum ein eind. Og ikki minst er hon ætlað at styrkja samstarvið millum ymisku stovnarnar og skúlarnar. Vit skulu øll vera saman um barnið.

 

Viðverkætlanini ynskja vit at:

-       at tað skal verða betri at vera barn, og tað skal verðalættari at vera barn í Vágum.

 

Vit erusannførd um, at henda verkætlan fer at gagna øllum børnum, soleiðis at vit sumstovnar og starvsfólk gerast enn dugnaligari at skapa góðar karmar um trivna ogmenning.

Hetta ynskjavit at røkka við at:

-       styrkja og menna um samstarvið millum teir skúlar ogstovnar, hjá landi og kommunu, sum varða av børnum og ungum

-       styrkja og menna um samstarvið millum øll starvsfólk, sumvarða av børnum og ungum

-       fáa eitt enn betri og samanhangandi samstarv við tykkumforeldur og umsorganarpersónar

-       arbeiða við støðugt at førleikamenna øll starvsfólk áøkinum

 

Alt hettaeydnast einans við tykkara íkasti, tí tit eru tey, sum kenna júst tykkara børnbest. Tí ynskja vit í fyrstu syftu at kunna tykkum skrivliga og á komandi foreldrafundifáa tit meiri kunning um, hvussu vit best kunnu samstarva um trivnaðin ogmenningina hjá børnunum. Hetta frætta tit nærri um á foreldrafundinum

 

 

 

 

 

Stovnar, iðeru við í verkætlanini, eru (deilt yvir land/kommunalt):

 

Vága- ogSørvágs kommuna:

Skúlin áGiljanesi

 

 

Sørvágs skúli                                                      

Alvalon

Miðgarður

Sóljugarður

Virkishúsiðvið ánna

Smílikullan

Sýslanungdómshúsið

Sýslanfrítíðarskúlin

Námsfrøðiligaráðgevingin (Vága Kommuna)

Barnaverndartænastan

 

Landið:

NÁM(trivnaðarráðgevi)

Undirvísingarstýrið

Sernám

Gigni

SSP/løgregla

 

 

 

 

 

Ásla Leila B.Johansen, ið starvast hjá

Barnaverndartænastunií Vágum, er sett sum

verkætlanarleiðari.

Við vón um, at tit vísaverkætlanini áhuga.

 

Eru fleirispurningar eru tit vælkomin at ringja ella støkka inn á gólvið.

 

Bestu heilsur

Miðgarður

Starvsfólk ogleiðari

 

 

 

 

 

No items found.

Onnur tíðindi