26.10.2023

Sangkórið byrjar aftur

Hey tit, í dag hevur sangkórið Sangfuglar havt sína fyrstu sangvenjing. Børnini møttu fjøldment, og vóru sera glað fyri at kórið byrjar aftur. Vit venja fram til árligu jóla framførsluna, og tí er tað bara jólasangir ið vit syngja. Vit venja hvønn mikudag kl 12.30, og øll børnini eru vælkomin við. Vit fara at syngja: o Trummudrongurin o Rudolf o Fyri allar gávur lær at siga takk o Sleturokk Vit uppliva at sangkórið hevur jaliga ávirkan á samanhalda og felagsskapin uppá tvørs av aldri hjá børnunum í Miðgarði. Tá vit syngja saman, skapa vit gleði og hugsavnan, og styrkja barnsins málmenning og minni, Best av øllum er, at tað er so stuttliga tá vit syngja saman. Eins og undanfarin ár, fara vit at heita á stovurnar og tykkum foreldur ,um at syngja sangirnar saman við børnunum. Tit kunnu eisini tendra teir, so børnini hava møguleika til at lurta eftir teimum, teir finnast á youtube og spotify. Okkara royndir siga okkum, at um vit skipa okkum soleiðis, so megna børnini at læra torførar sangir uppá stutta tíð. Vit gleða okkum til at framføra fyri tykkum foreldrum og øðrum í jólamánanum. Vinarliga Sangkórið Sangfuglar.

No items found.

Onnur tíðindi