9.12.2020

Vága kommuna søkir eftir einum námsfrøðingi til dagstovnin Miðgarð

Talan er um eitt fast starv sum námsfrøðingur á vøggustovu 30 tímar um vikuna.

Talan er um eitt fast starv sum námsfrøðingur á vøggustovu 30 tímar um vikuna.

Miðgarður:

Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági. Tað eru 8 stovur, 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og ein stova til tey 6 ára gomlu.

Vit hava 4 ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjøru, viðarlund og áir.

Miðgarður er ein stovnur har námsfrøðin altíð er í menning, og vænta vit at tú ert ein aktivur partur av fakligu menningini. Eisini eru vit partur av verkætlan við námsvísindadeildina á Setrinum, har endamáli er at økja um námsfrøðiligu dygdina á dagstovnum.

Vit arbeiða við:

At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.
Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar barnagarðsstovur.

Vøggustova  við børnum 10 mðr.- 3 ár.

Vit vænta av tær:

At tú ert útbúgvin námsfrøðingur. Um um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í fyribils starv.
At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.
At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisliga, og vera við til at menna stovnin.
At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.
At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
Løn og setanartreytir

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7. Arbeiðsstaðurin er í Miðvági og arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 07.00 og 17.00.

Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella við teldupost til vaga@vaga.fo, viðmerk “umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. September 2020 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 .

No items found.

Onnur tíðindi