9.12.2020

Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum og avloysarum til Miðgarð

Talan er um námsfrøðingar at byrja 10. aug. 2020, á barnagarðsstovu 30 tímar, og á smábarnastovu 30 tímar. Søkt verður eisini eftir avloysarum.
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7.

Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági. Tað eru 8 stovur, 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu. Miðgarður er ein stovnur har námsfrøðin altíð er í menning, og vanta vit at tú ert ein aktivur partur av fakligu menningini.
4 ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.
Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.
Vit arbeiða við:
At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.
Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar barnagarðsstovur.
Vøggustova  við børnum 10 mdr.- 3 ár.
Vit ynskja av tær:
At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.
At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisliga, og vera við til at menna stovnin.
At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.
At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo  og  www.vaga.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 .
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til:
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Umsóknarfreistin er mánadagin 15 juni 2020.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”

No items found.

Onnur tíðindi