Kálvalíðstova

Navnið

Kálvalíð kemur av tí samansetta navninum “Kálv”, og “líð”, sum er ein grasvoksin væl vallað brekka ella fjallsíða. Tað vil siga, at hetta er eitt øki har Kálvar gingu á beiti áðrenn Kálvalíðgarðurin bleiv grundaður.

Um húsini

Húsini eru sambært søgnini bygd í 1400-talinum, og eru tey ein stórur 6 markar garður, sum átti tað mesta av bønum, ið er niðanfyri húsini og inneftir, og allan hagapartin á Kvígandali. So hetta hevur verið ein stórur garður.
Søgn er, at ein ógiftur maður bygdi Kálvalíð, og tá ið hann doyði lat hann garðin til kirkjuna, og er tað presturin Holdenn Annderssenn, ið stendur sum festari í Kálvalíð í Jarðarbókini frá 1584. Í 1673 bleiv Kálvalíð lagt til ''náðinsgarð'' hjá prestaeinkjunum.

Móðir í Kálvalíð

Í byrjani av 1800-talinum vóru ringar tíðir í Føroyum, og vóru tað ikki øll, ið høvdu nokk at eta. Hetta komst av, at Sjórænarar høvdu rænt skipini, sum sigldu korn og aðrar vørur til Føroyum, samstundis sum, tað var seyðafelli og misvøkstur,
Um hetta mundi búði ein presteinkja í Kálvalíð, sum fyri sínar vælgerðir og sítt kærleiksfulla hjarta bleiv nevnd fyri: Móðir í Kálvalíð.
Ein dagin kom ein kona niðan í Kálvalíð, sum ongan mat átti at geva børnum sínum, og spurdi Móðir í Kálvalíð um hon átti nakað at geva sær. Hóast Móðir í Kálvalíð ikki átti nógv, so valdi hon at geva konuni tað síðsta, ið hon átti ímeðan hon siteraði kong David úr Bíbluni: ”Ungur var eg, gamal eri eg vorðin, men aldrin sá eg ein rættvísan sleptan í neyð, ei heldur hans børn at bidda sær breyð'', sama dag kom grind á Miðvág.

Staðseting

Kálvalíð er eftir øllum at døma ein útflytara-garður frá einum av teimum eldri gørðunum í Miðvági, og eru tað ábendingar um, at Kálvalíð hevur havt Heimrust rættindi við Eirikstoftir, eftirsum at Kálvalíð-festi hevur havt ein hjall har í gomlum døgum. Eisini var tað vanligt, at fólk við Eirikstoftir hjálptu Bóndanum í Kálvalíð við neytunum, og at bera hoyggj niðan úr Eirikstoftum. So tætt samband var ímillum býlingarnir báðar.
Garðurin í Kálvalíð liggur ovarlaga, við tí gomlu bygdagøtuna, ið gekk frá Eirikstoft niðan á Tvørgarð, so víðari niðan í Kálvalíð, síðani áfram niðan í Kálvalíðgil og víðari norð eftir Vørinum og norð á fjøll.  Henda gøta sæst enn í lendinum omanfyri húsini hjá Valdemar og Pól Jóhannis, har hon snarar til vinstru niðan móti Kálvalíð.

Hundurin hjá Djóna

Tann síðsti bóndin, ið búði í Kálvalíð kallaðist Djóni og átti hann ein fittan seyðahund, men hundurin var blivin gamal, og hóast tað ikki var lætt, so sá Djóni, at hann fór at vera noyddur, at avlíva hann. Men Djóni ætlaði, at taka hann við sær burtur í haga, eina síðstu ferð, og hann so gjørdi.
Teir gingu út á dal, og Djóni fór sum vant inn í bergið við hundinum. Men brádliga fór Djóni á glið, og skreiddi við fullari ferð oman ímóti tromini; tá beint áðrenn hann fór útav, føldi hann at okkurt tók harðliga í kotið og støðgaði honum; Djóni bretti sær á, og sá, at tað var hundurin sum hevði runnið aftaná honum og bitið hann í kotið fyri at steðga eigarmanninum, áðrenn hann gleið útav. Tá var Djóni glaður og lovaði, at hann ongantíð fór at avlíva hundin, hvussu so gamal hann enn bleiv. Hundurin hevði bjargað honum lívið.

Hoygarðurin

Beint eystanfyri Kálvalíðhúsinum er ein rundur laðaður garður. Hetta er ein Hoygarður. Í gomlum døgum hevði mann ikki hoyggjhús í Føroyum, ístaðin bar mann alt hoyggi saman og gjørdi eina Des, sum var ein risastór sáta. Síðan gjørdi mann bond við at snara hoyggj saman og spenti tað tvørtur um desina, so at hon ikki skuldi fúka í vindinum. Fyri at djórini ikki skuldu eta av desini, bleiv ein garður laðaður rundan um. Slíkar garðar nevndi mann fyri Hoygarðar.

Keldur: Hansen 2018. Haraldsen 1985. Ravnsfjall, 1972. Ryggi 1965

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova