Húsastova

Býlingurin “Inni í Húsið” tykist at vera gamal, og er hann nevndur í Jarðarbókini frá 1584.
Í søgnuni “Eiriksboði” verður býlingurin, Inni í Húsi, eisini nevndur og kann hendan hending, um søgnin er sonn, staðfestast, til at vera farin fram fyri 1274, tá ið bannað var at lýsa víg. So eftir hesum at døma er býlingurin bygdur væl fyri Svartadeyða.

Hjallurin á Norði

Á hjallinum á Norði hekk talvan hjá Húsafólki. Á talvuni stóðu ymisk uppsløg um tiltøk og kunngerðir, osfr. Slíkar talvur vóru í hvørjum býlingi. Tætt við hjallin samlaðust menninir um kvøldini at práta, og at frætta ymisk tíðindir. Eisini samlaðust teir innanfyri veggin á handlinum hjá Andreas- alt eftir hvussu ættin var. Somuleiðis varð eisini ofta, so stúgvandi fult av fólki inn í handlinum, ið stóðu og prátaðu, at tað var ringt at sleppa til diskin.

Tarvafjósið

Í gomlum døgum hevði næstan hvør býlingur sín tarv, og í Miðvági vóru sum oftast tríggir Tarvar: Kirkjartarvurin, Rygstarvurin og Húsatarvurin. Húsatarvurin stóð inni í Tarvafjósinum, sum upprunaliga varð bygt sum Sornhús.
Einaferð var ein øðiligur gangur inni í Tarvafjósinum og ongin visti hvat ið tað var. So fór onkur at hyggja; tá var jarnspannin, sum tarvurin plagdi at drekka úr blivin føst uppi á høvdinum á honum, og royndi hann at stanga fyri at fáa hana av.
Tað hendi seg eisini at Rygs- tarvurin og Gilja- tarvurin komu inn til neytini inni í Húsi, og so bleiv bardagi og róptu og heppaðu húsabørn, tá á Húsatarvin, so hann skuldi vinna. Maðurin ið vanliga passaði tarvin hevði altíð eitt tjúkt jarnrør við sær, tá hann skuldi eftir tarvinum.

Trøðhamar

Húsadreingir spældu nógv uppi í Trøhamri, sum liggur nakað niðanífrá býlinginum.
Har spældu teir millum annað við horn, tvs. at hamarin var berg og hornini vóru seyðir, sum teir sleptu í bergi.
Viðhvørt fóru teir heim á Rygg at stjala horn frá rygsdreingjum, sum áttu nógv horn. Tá vóru rygsdreingir ikki blíðir og komu teir í øðini Inn Í Hús at leita eftir horninum hjá sær.

Konan og Kúgvin

Í gomlum døgum var ein fátøk kona inni í húsi, sum átti eina kúgv, men hon átti onga jørð at hoyggja til kúnna. Tá fólk í Miðvági vóru liðug at hoyggja um heysti, fór tann fátæka konan við rívuni hjá sær um allan Miðvágs bø, og fekk hon hvørt ár, so mikið av hoyggi, at hon hevði fóður til kúnna.
Í Miðvági segði mann, at mann skuldi hava 20 sátur um árið, til eina kúgv, og tað fóru 3 byrður til eina sátu.

Konan og Grindin

Søgn er, at einaferð hevði ongin grind verið í Miðvági í 50 ár, men so kom grind og teir ungu dugdu ikki at skera hval upp. Tá kom ein gomul kona úr Húsi oman á sand at læra teir, og segði hon: “Frá høvdinum skulu tit hvalin skera, sveivina skulu tit lata vera”.

Ljómatjarnar

Býlingurin inni í húsi liggur á hagapartinum Eggin.
Ovarlaga á Eggini, tætt inn ímóti markinum, liggja nakrar vakrar tjarnir, ið nevnast Ljómatjarnar. Har niðan leitaðu húsadreingir sær ofta, um summarið fyrr í tíðini, at sigla við holabátum og borðbátum. Teir gjørdu smáar brýr og laðaðu neyst við smásteinum.

Keldur: Ryggi 1965. Haraldsen 1985. Hansen 2018. Johannesen 2015. Niclasen 2018. Poulsen 2018.

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova