Kirkjastova

Navnið Við Kirkjar vísir á, at býlingurin er grundaður við staði har, ið kirkjur hava staðið. Hóast býlingurin, sum tann einasti av teimum gomlu, ikki er nevndur í Jarðarbókini frá 1584, er hann uttan iva gamal.

Kirkjan

Søgn er at bønhús var úti á klingrutrøðni (sum er nakað uttanfyri bátahylin) í fornari tíð. Síðan blivu kirkjur bygdar við Kirkjar.
Søgn er at Kirkjastovan var Miðvágs fyrsta kirkja, og hava fleiri kirkjur staðið niðri við Kirkjar í gjøgnum tíðina.
Í 1710 var Miðvágs kirkja (sum var høvuðskirkja í Vágum) hin rúmligasta í oynni, og hevði 27 stólar; í Sandavági og Sørvági høvdu kirkjurnar 18 stólar hvør, í Bø og Mykinesi 14. Í 1801 vóru 36 hús í Miðvági, 23 í Sandavági og 19 í Sørvági.

Sandurin

Miðvágs sandur var fyrr mettur at vera ein tann størsti og vakrasti sandur í Føroyum, og hevði bygdafólki stóra gleði av honum. Tá fólk skuldu byggja hús og stoypa garðar fyrr í tíðini, tóku tey sand niðri á sandi. Sandurin var eisini tað størsta spæliplássið í bygdini, har børnini spældu nógv ymisk spøl, og bygdu ymiskt úr sandinum. Um summarið vassaðu og svumu bæði børn og vaksin á sandinum.
Men eftir at brimgarðurin var gjørdur tók sandurin at minka.

Tarin

Tá brim hevði verið lá oftani tjúkt av tara á sandinum. Tarin var sera umráðandi fyri Føroyingar fyrr í tíðini, tí hann bleiv brúktur til at velta og taða við.
Tarin bleiv býttur millum fólkið í bygdini eftir hvussu nógva jørð tey áttu; og bleiv ein ”Tarakongur” valdur til at standa fyri býtinum av taranum. Síðan bleiv tarin borin í leypi ella koyrdur við hestavogni, til ein tarakøst har mann samlaði taran saman, áðrenn hann bleiv borin út á bøin. Tann sýsti Tarakongurin í Miðvági var Eirta- Nicklas, hann var væl dámdur av teimum, ið ikki áttu nógva jørð, tíð hann býtti altíð teimum nógvan tara.

Rekar

Tá brim var, og stormurin lá inn eftir vánni, rak ofta mangt og hvat uppá sandin, og stóðu menn ofta og skimaðust í lýsingini, um nakar reki var at hóma og tá ráddi um at vera fyrstur.

Grindir

Miðvágur hevur eisini verið mettur, sum ein tann besta hvalvágin í landinum, og ongastaðir í Føroyum hava so nógvar grindir verið hildnar til, sum á Miðvágs sandi. Ein skøltur av einum grindahvali, var somuleiðis funnin undir útgrevstrinum á Tvørgarði, og kann hetta benda á, at grind varð hildin til í Miðvági tíðliga í miðøld.
Í 1899 kom ein tann størsta grindin inn á Miðvág, sum menn vita um, og var hon uppá 2100 hval. Eftirsum at grindin var so stór, bleiv alt ikki upptikið og blivu tí nógvir hvalir liggjandi á sandinum. Nakað aftaná drápið kom ein stormur og skolaðust nógvir hvalir niðan í Kirkjar, og var tað eitt stórt og møðsamt arbeiði at beina fyri øllum hvalinum

Kirkjarmenn og Sílafisking

Kirkjarmenn vóru ídnir sílafiskarar. Teir tóku seg ofta fleiri saman at fara í áir (Miðvingar siga at fara í áir, tá teir fara at fiska síl), og avtalaðu ofta fyrr um dagin, ella dagin fyri, at fara; so varð farið at leita eftir makkum.
Fyrr vóru nógv góð makkapláss, hesi vóru sum oftast í tøðrúgvum. Tá farið var var umráandi at hyggja eftir ættini; um hann var landsynningur ella eystan, varð farið við báti yvir á Suðurtriðing (mann mátti syrgja fyri, at tað var pálandsvindur); og sótu teir so á hvørjum tanga.
Nógv Likka átti á Suðurtriðingi fyrr í tíðini, og tóku teir sær ofta Likkuegg við heimaftur.

Keldur: Hansen 2018. Haraldsen 1985. Ravnsfjall, 1972. Ryggi 1965. Gaardlykke 2018.

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova