Bakkastova

Navnið

Bakkastova kemur av navninum “Inni á Bakka” hetta navn merkir, at tað var ein bakki oman ímóti sjónum har, (vit hava eisini orðið áarbakki). Longur inni hava vit Húsabakka, sum var eitt heldur lágt berg, framvið sjónum inn ímóti Hyllingartanga. (Tað mesta av Húsabakka er sprongt burtur, men nakað er enn eftir, beint niðanfyri tí innaru keibrekkuna).

Býlingurin Inni á Bakka

Býlingurin Inni á Bakka er ein av teimum nýggjaru býlinginum í Miðvági, sum tekur seg upp eftir at kongligi einahandilin bleiv avtikin í 1856. Áðrenn tað máttu føroyingar rógva til Havnar, tá teir skuldu til handils, men nú fríhandilin bleiv innførdur blivu handlar og pakkhús bygd í nógvum bygdum í Føroyum.

Handlarnir inni á Bakka

Fleiri slíkir handlar og pakkhús blivu bygd í Miðvági, og var ein tann fyrsti bygdur Inni á Bakka av Tórur Nattestad skómakara, sum handlaði fyri seg sjálvan í Tórapakkhúsi. Beint innanfyri har handlaði J. S. Svabo, fyri M.C. Resttorff; og longur inni handlaði Godfred Heinisen; hann hevði stórt handils- virksemi við fleiri úthandlum ma. í Vestmanna og Tórshavn.
Longu í 1870-inum keypti Godfred Sluppir úr Skotlandi. Seinni tók svigarsonur hansara Rasmus Niclasen við.

Fiskaarbeiði inni á Bakka

Handlarnir tóku ímóti fiski frá sluppum, motorbátum og útróðrarbátum, og skapti hetta nógv arbeiði bæði til kvinnur og menn, sum vaskaðu fiskin og breiddu hann út á helluna niðri í fjøruni- og á Fiskastykkir. Børnini hjálptu ofta til í hesum arbeiði. Tá fiskurin var tornaður varð hann pakkaður inni á pakkhúsinum og seldur av landinum. Ein av motorbátinum frá hesi tíð er í bygdini: Motorbátinum Heimdal, sum handilsmaðurin og reiðarin H. N. Niclasen átti. Hann átti eisini pakkhús inni á bakka og handlaði inni í Hús.

Keiir og brýr

Pakkhúsini og neystini høvdu ofta smáar keiir ella brýr, har bátarnir komu inn ímóti og blakaðu fiskin upp.
Tann heimasta brúgvin var nevnd fyri Jensa-brúgv, so kom Dánialsa- brúgv, so brúgvin hjá Tormans- Martin, síðani Lunda- kajin og eftir hesa Andreasa- brúgv. Ein betong- brúgv var eisini undir pakkhúsinum hjá Godfred Heinisen, og var hon tað fyrsta betongarbeiði, sum var gjørt í Miðvági.

Smiðjur

Smiðir vóru at kalla í hvørjari bygd í gomlum døgum, teir gjørdu mest ymisk amboð, sum hevði við landbrúk og útróður at gera; og vita vit um fleiri slíkar smiðir í Miðvági.
Alt virksemi, sum var Inni á bakka við sluppum og motorbátum, skapti eisini tørv fyri smiðjuvirksemi; og byrjaði Harald Joensen í 1910 eina smiðju har inni. Í 1930-inum bygdi hann sær eina størri smiðju saman við soni sínum Jacob Joensen, longur inni, har Sjóvinnustýrið helt til.

Hús og Bakarí

Tá komið var inn á 1930-ini, blivu fleiri hús bygd inni á bakka, og fluttu fleiri barnafamiljur til býlingin. Í tí eina húsinum var bakarí og handil í kjallarinum. Miðhæddin varð brúkt til ymiskt virksemi, eitt nú var dansur og kafe har, ma. tá Vestanstevna var. Ymiskar meinigheitir hildu eisini møtir og sunnudagsskúla har.

Fjøran

Fjøran hevur altíð verið spælipláss hjá børnunum. Har fiskaðu børnini ternumurtar, leitaðu tey eftir krabbum, fangaðu longukálvar og brosmukálvar, og sigldu við bátum og flakum. Oftani stungu tey sær fliður til agn; tað kom eisini fyri, at fliðurnar blivu koyrdar í eitt blikk og so eldur kyndur undir. Tað smakkaði óføra væl.

Keldur: Hansen 2018. Nolsøe 1969. Poulsen 2018

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova