Heiðastova

Navnið

Navnið ”Heiðar” kann setast í samband við ein slættan lyngvaksnan haga. Eisini hevur mann navnið ”Torvheiðar”, ið var eitt økið í haganum, sum var avlagt til at skera torv í hjá familjum í bygdini.

Geilin

Økið Norði á heiðum hoyrir til hagapartin Heimaraleitið, og var hetta fyrr í tíðini ”húsarhagi”, har neytini gingu. Tað vóru nógvar familjur í Miðvági, ið høvdu Kúgv heilt fram til 50-uni og inn í 60-uni, og nøkur róku neytini norð á Heiðar um morgunin, og fór mann so eftir teimun aftur um kvøldi, tá tey skuldu mjólkast.
Geilin, sum mann rak neytini ígjøgnum sæst enn, heimanfyri húsini hjá Janni og Martin.

Traðir

Norði á Heiðum vóru nógvar traðir, sum familjur í bygdini áttu. Har kundu tey velta  eplir og hoyggja til kúnna. Sum oftast bygdu tey sær eitt lítið hús á trøðni til at goyma amboð og hoyggj í. Nógv av hesum húsum standa uppi enn.

Lykkenborg

Á eini av hesari trøð byrjaði ein maður, ið bleiv nevndur fyri ”Lykken”, at byggja eitt slíkt hús, á trønni sum tey áttu; men hann dámdi so væl at smíðja, at tá hann var liðugur at byggja húsið, fór hann beinanvegin ígongd við at byggja tað næsta og so eitt afturat, osfr. bæði omaná hini og fast í, so at hetta at enda sá út sum ein borg við einum torni, har lykken kundi klúgva uppí gjøgnum ein stiga og hyggja heim í bygdina. Nógvar kringlutar gongdir og smá kømur vóru inni á Lykkenborg, so ikki var altíð lætt at finna út aftur. Inni á kømrunum vóru smáar sengur og náttborð, sum Lykken sjálvur hevði smíðað. Lykken var fittur og gjørdi ongum nakað. Í dag meina summi, at Lykken var Autist.

Revagarðar

Í seinnu hálvu av 30-inum fóru fleiri Føroyingar at fáa sær revar, hettar fyri at kunna selja skinnini til pelsar serliga til Englands. Tveir slíkir Revagarðar vórðu Norði á Heiðum; og stendur tann eini uppi enn omanfyri húsini hjá Anniku og Sjúrða. Tað hendi seg eisini, at revar rýmdu, og tá kundi tað meir enn so henda seg, at onkur høna hvarv í onkrum høsnarhúsið í bygdini. Eisini kundu teir goyma seg í haganum í fleiri mánaðir.

Tey fyrstu sethúsini

Miskeiðis í 80-inum fóru fólk at byggja sær hús Norðuri á heiðum, hetta vóru bæði kommunal og privat grundstykkir. Tey fyrstu húsini, ið vóru bygd har vóru tey hjá Jón og Jónhild, tey fluttu inn í mai í 1985, stutt eftir vóru húsini hjá Dánial Jákup og Hervør bygd og húsini sum Jørgin og Irdi búgva í, og tey ið Ragnar og Anja búgva í. Seinni komu fleiri afturat, so at býlingurin nú er vorðin rættiliga stórur.

Síl og Tjøldur

Norðuri á heiðum var nógvur heiðafuglur, og fóru familjur í bygdini ofta túrar sunnudagar um várarnar at leita eftir Tjaldursreiðrum har norðuri, og oftani hevði mann spann við, so varð farið í Sílánna at fanga síl. Men tað hendi seg eisini at Tarvurin var í økinum, so mátti mann skunda sær avstað, so man ikki bleiv stangaður.

Keldur: Hansen 2018. Poulsen 2018.H

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova